Karin Kjølbro

Karin Kjølbro

Í 1978 vórðu fyrstu kvinnurnar valdar í løgtingið at sita eitt heilt valskeið. Tær vóru Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum (hon var varalimur 1975-78) og Karin Kjølbro í Tjóðveldisflokkinum.

Karin Kjølbro er fødd í 1944 í Klaksvík.

Karin tók studentsprógv í 1963 og fór at lesa til sosialráðgeva í Keypmannhavn. Eftir lokna útbúgving fekk hon starv á Statens Åndsvageforsorg, har hon legði ætlan fyri at flyta 120 føroyingar við menningartarni aftur til Føroya. Lítil áhugi var fyri hesari ætlan frá føroyskari politiskari síðu, og hon fekk saman við øðrum sett á stovn felagið Javna í 1971, sum var fyrsti áhugafelagsskapur fyri fólk við menningartarni í Føroyum.


Hon stillaði upp til Løgtingið í 1970 og gjørdist varatinglimur. Hon møtti á tingi í 1971.

Í 1977 gjørdist Karin leiðari á kriminalforsorgini í Føroyum, sum hon var við til at byggja upp frá grundini.

Hon stillaði aftur upp til Løgtingið í 1978 og varð vald inn á ting fyri Tjóðveldi, saman við henni kom Jona Henriksen í Javnaðarflokkinum inn, og gjørdust tær fyrstu beinleiðis valdu kvinnur á Føroya Løgtingi. Karin sat á tingi til 1990.

Longu í 1979 legði hon fram uppskot á tingi um javstøðulóg, sum tók ikki fekk undirtøku fyrr enn í 1994.

Karin Kjølbro fyriskipaði fyri kvinnutingi saman við kvinnufelagnum. Tað fyrsta var í 1979 og síðan var kvinnuting hildið hvørt ár til 1984.