Johanna Mortensen

Johanna Mortensen

Fyrsta kvinna, ið varð vald í kommunustýri var Johanna Mortensen av Tvøroyri, sum varð vald í Froðbiar Sóknar kommunu í 1918.

Johanne Mortensen er fødd í 1865 í Skopun (Johanna Poulsen), har hon vaks upp. Hon tók læraraprógv í 1887 og gjørdist sostatt fyrsta kvinna av fýra við læraraútbúgving í Føroyum.

Johanna giftist tvørámanni og flutti suður at búgva. Har stillaði hon upp á vallista hjá Froðbiar Sóknarstýri millum 15 valevni og varð vald. Hon sat eina setu og arbeiddi sum lærarinna heima við hús mong ár eftir hetta.