Demokratia búmerki
Kanning: Kvinnuumboðan og uppstilling

Kvinnur mangla demokratiskt sjálvsálit

Vit í Demokratia vildu vita, hví kvinnur ikki stilla upp í eins stóran mun og menn.

Í staðin fyri at gita, vildu vit vita.

Tí fóru vit í 2024 í samstarv við Lóður um at gera eina kanning av, hvørjar veruligar orsøkir eru til ójavnu kynsumboðanina í politkki. Hetta var í sambandi við, at kommunuvalið 2024 nærkaðist.

Fyri at fáa kvinnur valdar inn, krevst, at veljarin velur eina kvinnu. Tó so er ein fortreyt fyri hesum, at nóg nógvar kvinnur stilla upp, umframt at flokkar og fjølmiðlar geva kvinnuligum valevnum neyðuga pallin at bera fram síni sjónarmið.

Okkara kanning frá 2024 vísir greitt, at tá tað snýr seg um at stilla upp í politikki, haltar demokratiska sjálvsálitið hjá kvinnunum samanborið við menninar. Hetta meta vit vera eina - av fleiri - orsøkum til vantandi kvinnuumboðanina í politikki.

Hóast vit samanumtikið kunnu siga, at tað gongur spakuliga framá við javnstøðu í politikki, skulu hesi úrslit ikki takast fyri givið. Sjálvandi skal kynsbýtið vera enn javnari enn tað er í dag. Neyðugt er við miðvísum arbeiði, og málsetningurin er, at kvinnur og menn eru so eins væl umboðað í politikki sum gjørligt.

Ein av spurningunum í kanningini ljóðaði, at svargevarnir skuldu nevna tríggjar tær størstu orsøkirnar, til at hann ellan hon ikki stillar upp í poltikki. 

Sum tað sæst, er tíðin avgerandi fyri bæði menn og kvinnu, tá tey skulu nevna orsøkina fyri, at tey ikki luttaka í politikki. Hetta er tó ikki orsøkin til, at færri kvinnur stilla upp enn menn; tí tað eru fleiri menn, enn tað eru kvinnur, ið nevna hesa orsøk. 

Tó eru kvinnur væl betur umboðaðar, tá tað snýr seg um svarini "eg veit ikki nóg nógv til at luttaka og "tað tykist ov innviklað".

Her koma vit inn á tað økið, ið eitur demokratiskt sjálvsálit. Ávísin demokratiskt sjálvsálit byggir á tríggjar spurningar, ið verða samanroknaðir til eitt miðaltal. Hesir spurningarnir eru:

  • Eg havi okkurt at koma við, tá politikkur verður umrøddur millum vinir og familju.
  • Eg havi politiskar ákoðanir, sum eru verdar at lurta eftir.
  • Eg skilji flestu politisku spurningar og mál.

Úrslitið úr kanningini er púra greitt:

Í øllum aldursbólkum er stórur munur á, hvat menn og kvinnur svara. 

Fyri bólkin 18-29 ár er demokratiska sjálvsáltið hjá monnum 34%, meðan tað er 24% hjá kvinnum

Í aldrinum 30-39 ár er demokratiska sjálvsáltið hjá monnum 47%, meðan tað er 26% hjá kvinnum

Í aldrinum 40-49 ár er demokratiska sjálvsáltið hjá monnum 56%, meðan tað er 32% hjá kvinnum

Í aldrinum 50-59 ár er eitt sindur frægari. Meðan demokratiska sjálvsáltið hjá monnum enn er 56%, er tað nú 46% hjá kvinnum. Við øðrum orðum, er hetta sama tal sum hjá teimum 18-29 ára gomlu.

Munurin hækkar tó aftur í aldrinum 60-75 ár, har demokratiska sjálvsálitið hjá monnum fer upp til 59%, meðan tað fellur niður á 40% hjá kvinnum.