Endamál

Nevndin hevur fingið sum bundnan arbeiðssetning at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondum.

Virksemið hjá nevndini

Málsetningurin er at arbeiða fyri at fáa javnari kynsumboðan í politikki. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin við tiltøkum, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at bæði kynini eru umboðað, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingaátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari.