Demokratia búmerki

Hví ikki velja eina kvinnu?

Okkum tørvar størri kvinnuumboðan:

Í gomlum døgum skuldi tú vera maður fyri at kunna bjóða teg fram í politikki.

Lukkutíð hava kvinnur og menn í dag líka rætt at taka lut í politikki, og er hetta eitt úrslit av einum miðvísum og aldargomlum stríði fyri at økja um kvinnuluttøkuna í okkara fólkaræði. Framburðurin higartil hevur við sær, at í bý- og bygdaráðunum kring landið umboða kvinnur 36 prosent. Í Føroya løgtingi umboða kvinnur 30 prosent.

Eitt sunt fólkaræði speglar fólkasamansetingina. Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at helmingurin av fólkinum er undirumboðaður.

Ger títt – vel eina kvinnu!

Til frama fyri fjølbroyttari avgerðum: Sama hvørja ideologi tú hevur, er ein atkvøða á eina kvinnu eisini ein atkvøða fyri einum styrktum og fjølbroyttum fólkaræði. Tá eitt mál skal loysast, verður úrslitið ofta betri, um ymisleikin er stórur rundan um borðið, har málið verður loyst. Ein politisk avgerð skal helst taka støði í einari røð av sjónarhornum og lívsroyndum. Sita ov fáar kvinnur í stjórnini, vantar eitt sera týdningarmikið sjónarhorn, sum kann tryggja, at rætta avgerðin verður tikin til frama fyri allar partar.

Javnstøða: Í einum fólkaræði eiga øll sama rætt at sleppa til orðanna og taka avgerðir. Tí er tað so týdningarmikið at økja um talið av valdum kvinnum. Soleiðis tryggja vit eitt meira spennandi samstarv, har fólk kunnu arbeiða saman um at taka avgerðir í politikki. Og við at velja fleiri kvinnur í løgting og kommunur, vísa vit á, at tað er púra natúrligt at kvinnur taka lut í politiskum avgerðum á jøvnum føti við menn.

Fyrimyndir: Við at velja fleiri kvinnur, tryggja vit okkum, at tað kenst púra natúrligt at kvinnur eru politikarar. At tær megna at taka avgerðir í politikki. Vit hava longu nú nógvar kvinnuligar fyrimyndir at spegla okkum í, men okkum tørvar enn fleiri. Til hetta er neyðugt, at fleiri okkara velja eina kvinnu, tá val er.

Hví ikki?! Lukkutíð vita tey flestu okkara av, at kvinnur eru eins væl skikkaðar at stýra sum menn. Men hetta merkir ikki, at kvinnur og menn hava eins góðar møguleikar, tá tað snýr seg um at luttaka í politikki. Kvinnur, sum stilla upp, eru færri í tali, og tí er tað eitt gott hugskot at kanna, hvørjar kvinnur best umboða tíni sjónarmið.   
Hvørja skal eg velja?
Síggj okkara yvirlit yvir uppstillaðar kvinnur
Finn títt valevni

Vit kunnu skriva søgu

Kava vit niður í úrslitið av kommunuvalinum í 2020, so er hugvekjandi at síggja, at munurin millum innvaldar kvinnur og innvaldar menn er meinlíkur muninum millum uppstillaðar kvinnur og uppstillaðar menn.

Meir enn triðja hvør kvinna og triðji hvør maður, ið stillaðu upp, vórðu vald.

Í ár er kynsbýtið í uppstillingin 61/39. Verða bert nakrar fáar kvinnur valdar afturat, skriva vit søgu.

Fevna vit nóg breitt?

Eftir kommunuvalið í 2020 gjørdist kynsbýtið í kommunustýrunum 36 % kvinnur og 64 % menn, ella 72 kvinnur og 128 menn. Onkur vil vera við, at støðan er rímiliga góð. Men støðan er tann, at bara 12 av 29 kommunum hava tað, vit kunnu kalla javna kynsumboðan. 

Í trimum kommunum í landinum er eingin kvinnuumboðan. Tað er stutt sagt ikki nóg gott.

Eitt sunt fólkaræði fevnir breitt. Ger kommunala fólkaræðið tað?

Tak einki fyri givið

Hóast vit samanumtikið kunnu siga, at fleiri kommunur fingu framgongd á kommunuvalinum í 2020, og at kvinnuumboðanin støðugt er økt við tíðini, skulu hesi úrslit ikki takast fyri givið. Og sjálvandi skal kynsbýtið vera enn javnari, tá atkvøðurnar eru taldar upp týskvøldið 12. november 2024.

Síggj tínar valmøguleikar

Hvat siga hini?

Quotation icon
Eg varð spurd fleiri ferðir og hevði bestan hug at siga nei. Kanska eisini tí, at eg eri smábarnamamma. Men sjálvandi skulu kvinnur í burðarførum aldri vera við í politikki og gera síni sjónarmið galdandi.
Quotation icon
Tað er brúk fyri báðum kynum í einum býráð, so hvørki menn ella kvinnur skulu halda seg aftur í at stilla upp.
Sjálv havi eg ongantíð følt, at mítt kyn hevur verið ein forðing.
Quotation icon
Serliga umráðandi er at fáa fleiri kvinnur við í kommunupolitikkin; vit eru helvtin av borgarafjøldini, og tí skal vera javnstøða hvat kommunustýrisumboðum viðvíkur eisini.
Súsanna Olsen
Tórshavnar kommuna