Tíðindi
07.03.2021

Kvinnudagurin 8. mars

Nýggj verð! í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Demokratia skipar fyri bussi av Bursatanga til Fuglafjarðar kl. 17.15, so kvinnur úr Havn og framvið bussrutuni kunnu koma til ein góðan bita, áðrenn tiltakið byrjar. Bussurin koyrir aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Skipað verður fyri undirhaldi í bussinum eisini.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug, eisini til bussin. Melda til á atgongumerki.fo. Her er eisini forsøla av mati og køku. Til ber at keypa drykkjuvørur í Mentanarhúsinum.

 

8. mars 2020 var altjóða kvinnudagurin í Mentanarhúsinum hildin við heitinum: Reglubrot.

8. mars 2019 varð spurt: Skal samfelagið skifta fortekn? Frá ♂til ♀

Ein heimsumfatandi farsótt rakti heimin og 12. mars fóru Føroyar niður í ferð. Hetta reglubroti førdi til fyrstu tekin um eitt samfelag við nýggjum fortekni, har kvinnustørvini tóku um endan.

Í ár er heiti: Nýggj verð! At koma væl ígjøgnum eina farsótt krevur samanhald, samstarv tvørtur um markamót og grundleggjandi álit á stovnar í samfelagnum. Tað er tørvur á kvinnuligum virðum!

 

Skrá       Nýggj verð! í Mentanarhúsinum

17.15     Bussur fer úr Havn. Steðgar eisini við Løkshøll, Skipaneskrossin og í Gøtudali

18.00     Mentanarhúsið letur upp. Tey, sum hava keypt sær sushi og aðrar góðbitar, kunnu her hugna sær saman. Eisini er barrin opin. Á veggunum hongur list hjá Rannvá Holm Mortensen

18.50     Kvinnubólkurin SWAY fer á pallin

19.00     Rønn Eliasen bjóðar vælkomin

19.05     Súsanna Olsen: Nýggj verð, nýggj leiðsla

19.20     Óluva Zachariasen bjóðar fyrsta panelinum á pallin. Tríggjar vískvinnur um

·         Karin Kjølbro, ein av fyrstu kvinnunum í Løgtinginum

·         Helena Dam á Neystabø, drúgvar royndir í politikki

·         Edva Jacobsen, løgtingskvinna og kommunupolitikkari

 

19.45     Elisa Vang undirheldur

19.55     Steðgur – góð køka frá Mariettu (í forsølu). Listaframsýningin í fundarhølinum er opin

20.20     Kvinnubólkurin SWAY syngur

20.30     Óluva Zachariasen bjóðar næsta panelinum á pallin.

·         Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Kvívík

·         Dania O. Tausen, tónleikari og yrkjari

 

20.50     Óluva bjóðar triðja panelinum á pallin. Tær tóku pallin í 2020

·         Marita Debes Magnussen, Thetis

·         Margit Stórá, Landssjúkrahúsið

·         Óluva í Gong, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar

·         Alexandra á Dul, Klaksvíkar sjúkrahús

·         Eygleiðari: Lena Mohr, Sansir & stigtakari til Kvinnu

 

21.20     Almenni parturin er av. Til ber at steðga eina løtu, njóta listina og góð prát

21.30     Ella har á leið: Bussurin koyrir aftur til Havnar

21.45     Ella har á leið: Mentanarhúsið letur aftur.