Valfundur í Hovi

Væleynaður fundur í Hovi

Týskvøldið 20. august skipaði Demokratia fyri valfundi í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Evnið var umhvørvispolitikur, og væluppløgd valevni fyri flokkarnar luttóku. Kveikjandi innspæl var frá Anniku Bolton Mortensen, journalisti. Og Liljan Weihe, journalistur, leiddi okkum smidliga og gott ígjøgnum kjakið og kvøldið. Uppmøtingin var sera góð og suðuroyðingar vóru fús og røsk at seta góðar viðkomandi spurningar til valevnini.

Valevni fyri flokkaranar vóru: A Fólkaflókkurin : Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir B Sambandsflokkurin : Eyðdis Hartmann Niclasen C Javnaðarflokkurin : Kristina Roest D Sjálvstýri : Eingin E Tjóðveldi : Marin Kathrina Frýdal F Framsókn : Birita Arge H Miðflokkurin : Eingin K Framtakið : Rebekka Vestergaard L Føroyaflokkurin : Eingin