Kvinnur í kommunupolitikki

Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018


Í sambandi við, at tað í ár eru 100 ár síðan, at fyrsta kvinna varð vald í eitt kommunustýri, hevur Demokratia gjørt av at geva út greinasavn, sum viðger spurningar í sambandi við umboðan av kvinnum í kommunustýrum.

Fyrsta kvinna, ið varð vald í kommunustýri í Føroyum, var Johanna Mortensen. Hon varð fødd í Skopun og búði á Tvøroyri. Hon varð vald í Froðbiar Sóknar Kommunu í 1918. Síðan hetta er nógv hent, og umboðanin er vorðin betri, men als ikki nøktandi. Seinasta kommunuval gjørdist prosentbýtið av kvinnum og monnum 34% kvinnur og 66% menn.

Í hesum savninum, sum vit vóna fer at vekja áhuga fyri kvinnuligari luttøku í politikki, verður nortið við tað, sum er farið fram, áðrenn kvinnur fingu valrætt og valbæri til kommunurnar, og hvat síðan er farið fram. Hvussu kvinnur hava ment seg og hava vunnið sær alt fleiri sessir í kommunustýrum, tó at vit langt frá eru komin á mál; og hví so er, royna vit at geva eitt møguligt boð um í greining av kommunupolitikki, har dentur verður lagdur á at lýsa spurningin um, hví so fáar kvinnur eru umboðaðar, og hvussu kvinnur umboða mál í kommunuhøpi.

Vit hava gjørt eitt yvirlit yvir, hvørjar kvinnur eru fyrst valdar í ymsu kommunustýrunum frá 1918 til í dag. Hesum hevur Durita Fagradal Augustinussen hjálpt okkum við, og tað takka vit fyri. Helst mangla onkrar kvinnur, so vit vilja fegin frætta frá fólkum, ið kunnu leggja okkurt aftrat okkara kvinnusøgu. Vit takka eisini Hilmari Høgenni, deildarstjóra, fyri stóra hjálp at fáa skil á, nær ymsu kommunuvalini vóru, og hvussu gongdin hevur verið við samanleggingum av kommunum.

Vit enda savnið við einum yvirliti yvir marksetandi, søguligar hendingar, sum hava havt og enn hava týdning fyri kvinnur. Vónandi verður tikið væl ímóti hesum greinasavninum, sum er eitt lítið íkast at varpa ljós á okkara mangan fjaldu kvinnusøgu.

Heinta bók

Heinta bókina her: Kvinnur í kommunupolitikki 1918-2018