Valfundur í Smæruni í Havn

Gott og siðiligt kjak í Smæruni í Havn týskvøldið 27.august

Triðji valfundurin hjá Demokratia var 27. august í Smæruni í Tórshavn. Vit fegnast um góða undirtøku!

Evnið var vælferð við undirevnunum barsilskipanin, arbeiðsmarknaður og bústaðartrot.

Elisa Vang legði fyri við kveikjandi og skemtiligum inngangi og Liljan Weihe leiddi okkum við tryggari hond gjøgnum kvøldið og kjakið.

Við pallbollborðið sótu :

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi Ruth Vang, Framsókn Anna Margreta Otthamar, Miðflokkurin Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin Joan Samuelsen, Fólkaflokkurin Maibrit Jóhanna Reyná, Framtakið Beinta Klakstein, Sjálvstýri