Tíðindi
24.08.2019

Kvinnuumboðanin á valevnalistunum

Nú valevnalistarnir eru kunngjørdir, ber til at rokna út, hvussu stórt prosentalið er fyri uppstillaðar kvinnur í teimum ymsu flokkunum.

Ongin flokkur hevur helvt um helvt uppstilling av kvinnum og monnum.

Hjá nøkrum sær tað sera vánaligt út, hvat kvinnuumboðan viðvíkur, meðan tað er á góðari leið hjá øðrum flokkum.

 

Kvinnuumboðanin í øllum flokkum er tilsamans 32 %

 

Í einstøku flokkunum sær tað soleiðis út:

 

Sjálvstýri   13 %

Fólkaflokkurin   18%

Framtakið   25 %

Føroyaflokkurin    25%

Sambandsflokkurin   34 %

Tjóðveldi   38 %

Miðflokkurin   40 %

Framsókn   43 %

Javnaðarflokkurin   43 %