Tíðindi
06.06.2019

Val í einum av verðins fátækastu londum

Tann 21. mai 2019 fóru fólk í Malawi á val. Tey skuldu seta tríggjar krossar, ein fyri forsetan, tey vildu hava, ein fyri tinglim og ein fyri fólk at stýra í teirra egna øki.

Allir listar hava nøvnini á teimum uppstillaðu, men eisini búmerki hjá flokkunum, tí tað er neyðugt í einum landi, har 41 % av kvinnunum og 27 % av monnunum yvir 15 ár ikki duga at lesa.

Valluttøkan var 74 % av teimum 6,8 mill., ið høvdu valrætt.

Sitandi forseti, Peter Mutharika, frá Democratic Progressive Party (DPP), gjørdist sigurharrin við 38,5% meira enn Lazarus Chakwera úr flokkinum Malawi Congress Party (MCP), sum fekk 35,4% av atkvøðunum.

Folkekirkens Nødhjælp hevur arbeitt við einum átaki í Malawi, Young Women Active in Politics, og tað tykist, sum tað hevur givið úrslit.

Tað kann vera trupult hjá serliga ungum kvinnum at fáa fótin inn um í politisku verðini.

Finn Petersen, sum starvast fyri Folkekirkens Nødhjælp í Malawi, sigur, at politikkur í Malawi verður hildin at vera skitið arbeiði. Sovorðið sum penar gentur ikki fáast við.

Átakið verður stuðlað av SFs Ungdom og Venstres Ungdom í Danmark og av fleiri politiskum flokkum í Malawi, sum hava væl skipað ungdómsfeløg. Har verður td. skipað fyri einari mentorskipan, sum kunnu ráðgeva og stuðla ungu kvinnunum at stilla upp. Endamálið er at gera umleið 60.000 kvinnur á studentaskúlum og universitetum tilvitaðar um politikk og rættindi teirra at fara upp í politiskt arbeiði, og átakið hevur givið úrslit.

31% fleiri kvinnur eru valdar í tingið enn við síðsta val í 2014, nú hava tær 42 sæti av tilsamans 193 í tinginum.

Kelda: Finn Petersen, Folkekirkens Nødhjælp