Tilfar

Ein háttur, sum hóvar kvinnum

Fjórða greinin í samrøðurøðini við kvinnur í politikki var um Ingunn W. Olsen í Vestmanna og varð prentað í Dimmalætting 10. november 2008. Greinin eftir Katrin Petersen, journalist, er endurprentað her:

Einaferð var ein bygd, sum ongan trupulleika hevði at fáa kvinnur upp í politikk. Har høvdu tey nevniliga funnið ein arbeiðsmáta, sum fekk kvinnur at siga ja til at stilla upp – og tær vórðu eisini valdar! Í ár eru 20 ár síðani, at kvinnurnar tóku seg saman og tóku við valdinum í Vestmanna.

Hon kemur til eina niðurstøðu dagin fyri evstamark hjá hesari greinini.
Jú. Kvinnulistar mugu aftur á breddan. Og eg haldi avgjørt, at okkara arbeiðsháttur hevði riggað í dag. Enntá betri!
Síðani tann dagin, eg ringdi at biðja um eina samrøðu, hevur Ingunn W. Olsen prátað við nógv fólk. Tann dagin helt hon, at kanska var tíðin farin frá kvinnulistum. Valið í morgin er fyrsta valið síðani 1988, at ongin kvinnulisti er í Vestmanna. Kvinnur eru á øðrum listum, og Ingunn W. Olsen var farin at halda, at tað kanska var líka frægt. Men nei. Hon er komin til sína niðurstøðu. Mátin, tær brúktu fyri 20 árum síðani, tá tær kollveltu kommunustýrið, er góður enn. Betri, enntá.

Ein borgararættur at ávirka

Samrøða okkara gongur fyri seg heima hjá Ingunn. Útsýnið er oman á keiina. Og oman á eitt frystihús, margháttliga litað, blá- og hvítríput. “Eitt skrímsl, sum líkist buksunum hjá Obelix!” heldur Ingunn W. Olsen og metir, at hevði bygdarráðið havt fleiri kvinnur, hevði slíkt ikki verið góðtikið. Heilt einfalt ikki nóg pent. Ingunn W. Olsen hevur seinastu 20 árini verið ein av ídnastu kvinnunum í kommunupolitikki – men er tó aldrin uppstillað.
- Eg kundi ikki hugsað mær at sitið í bygdarráðnum. Fyri meg sær tað moy-hamrandi óinteressant út at sita har. Men fyri tí vil eg fegin ávirka samfelagið og gera nakað fyri staðið, eg búgvi í!
Andsøgnin er har frá fyrsta minutti av samrøðuni. Tey, sum vanliga siga seg “fegin vilja ávirka samfelagið” eru tey, sum stilla upp til val. Men Ingunn W. Olsen sær onga orsøk til, at tingini skulu hanga soleiðis saman

- Tað er ein borgararættur at sleppa at tala at – at royna at ávirka. Alt ov ofta verður hetta her sagt “So kanst tú bara sjálv fara upp í politikk!”, tá tú finst at onkrum. Men tað er ikki tað, eg vil.
Hon hevur havt hesa støðuna í 20 ár – minst. Og á ein hátt er hetta grundarsteinurin undir søguni um, hvussu vestmannakonur fóru upp í kommunupolitikk. Kanska er hetta ikki einasta uppskriftin – men hesin hátturin, vit her hoyra um, varð royndur í Vestmanna í 1988. Og hann dugdi.

Menninir bygdu kaiir og vegir

 
Ingunn W. Olsen var stutt síðani flutt heim úr Keypmannahavn. At flyta aftur til Vestmanna kendist rætt. Har er vítt til veggja, sum hon sigur. Her nýtist ikki øllum at vera eins. Hon flutti inn í gamla handilin hjá abba sínum, sum stendur oman móti kaiini. Hetta var í 80-árunum, og kaiin gjørdist ein størri og størri partur av útsýninum hjá Ingunn og hjá øllum vestmenningum.
- Bygdarráðið hugsaði bara um vegir og betong.
Og so gjørdu Ingunn W. Olsen og aðrar samsintar av, at her skuldu kvinnur framat at seta nýggja dagsskrá. Tríggjar teirra høvdu verið í Keypmannahavn, og arbeiðshættir haðani vórðu nú nýttir at inna verkið í Vestmanna. Forrestin ætlaði ongin teirra sjálv at stilla upp. Ikki minst fyri at vísa, at tað var loyvt at hava politiskan áhuga uttan at hava ein politikara í búkinum.
- Vit høvdu allar verið uppi í grasrótaarbeiði í Keypmannahavn. Kvinnupolitikki og felagsskapum á vinstravonginum. Ein lítil steðgur er í samrøðustreyminum, og ein yvirskrift fer ósøgd gjøgnum luftina - “Marx-Leninistar stýrdu Vestmanna!” - men dettur á gólv. Tann reyða kollveltingin kom ikki heim við úr Keypmannahavn. Men tað gjørdi mátin at skipa felagsarbeiði.
Vit kallaðu so inn til fund í skúlanum, og vit vóru púra bilsnar av at síggja, hvussu nógv fólk møtti. Og ikki bara konufólk – menn komu eisini, fortelur Ingunn W. Olsen.

Positivir vestmenningar


Í eldri frágreiðingum kann lesast, at 73 fólk møttu á fundi 20. oktober 1988. Kvinnurnar, sum skipaðu fyri, høvdu býtt seg í smáar bólkar. Ein legði fram um sosiala økið. Ein um vinnulívið. Ein um planlegging, og ein um umhvørvið og trivnað. Tað fyrsta, fólk fekk at vita, var tó, at hesir nýggju tankar skuldu førast út í lívið av kvinnum. Ongir menn skuldu á listan. Ingunn W. Olsen minnist fundin sum positivan allan vegin ígjøgnum. Tey, sum møtt vóru, vildu øll, at kommunan broytti kós.
Hetta var jú eisini byrjanin av krepputíðini. Øll sóu, at minni var til av pengum, og summi vóru farin fallitt. Man var bangin.

Fyrst valskrá – so uppstilling

Fundarfólkið slapp ikki at vera sitandi hendur í favn. Tá kvinnurnar høvdu lagt fram, blivu øll 73 koyrd í bólkar í ymsum skúlastovum og biðin um at kjakast um hvør sítt av hesum evnunum í ein hálvan tíma. Og so var aftur framløga – hesa ferð legði hvør bólkur fram tað, sum tosað hevði verið um í skúlastovunum, og hevði eisini uppskot til, hvørjar kvinnur skuldu stillast upp
- Nakrar fáar søgdu ja beinanvegin, nógvar søgdu nei, og summar vildu hugsa um tað.
Eina viku seinni var ein valskrá gjørd burtur úr tí, sum var komið fram á kjakfundinum í skúlanum. Ovarlaga stóðu fíggjarstýring, eldrarøkt og barnaansing. Á uppstillingarfundinum 27. oktober var listin gjørdur.
- Vit høvdu gjørt ein stillaralista at hava við á fundin. Har vóru flest menn á. Hetta elvdi til nakað av kjaki, men hann varð góðkendur.

Avgerandi stuðulsbólkar


Tær, sum stillaðu upp, vóru ikki øll manningin, sum skuldi broyta Vestmanna. Tær vóru umboð fyri tey, sum vildu broytingar. Valskráin var gjørd í felag, og valevni vóru funnin í felag. Tær valdu vóru talurør, men høvdu eitt ítøkiligt bakland at tosa við um øll mál, sum komu fyri í bygdarráðnum. Hetta vóru stuðulsbólkarnir. Ein var fyri umhvørvi, ein annar fyri barnaansing og so framvegis. Fyri fleiri valevni vóru hesir bólkar netið, sum var avgerandi fyri, at tær játtaðu at stilla upp.
Tað var so ætlanin, at tær, sum vit fingu inn, skuldu ráðføra seg við stuðulsbólkarnar regluliga, og tá teirra øki komu fyri á bygdarráðsfundi. Tað gjørdu tær eisini. Fyrstu longu tíðina vóru vit saman minst eina ferð um vikuna. Serliga Maria (Hansen, red.) var trúgv ímóti hesari skipanini øll árini, sigur Ingunn.
Maria Hansen var sjálv triðja vald á valinum í 1988. Hinar báðar vóru Heidi Petersen, seinni løgtingslimur, og Ann Andreasen. Maria Hansen varð vald til forkvinnu í bygdarráðnum. Tað var tí sjálvsagt at royna aftur í 1992.
- Tá stóð ikki á at fáa kvinnur upp á listan.

Tað var ikki so mystiskt


Arbeiðshátturin, við kjakfundi, sum gjørdi raðfestingar og valdi valevni, og við stuðulsbólkum at venda málunum við gjøgnum alla setuna, hóvaði kvinnum. Ingunn W. Olsen sigur soleiðis um, hví hon heldur at kvinnur nú søgdu ja at vera við í politikki.
Tær søgdu ja, tí tær dugdu at síggja, at politikkur er ikki nakað mystiskt og óyvirskoðiligt. Um ein ger, sum vit gjørdu í okkara uppleggi, strukturerar, leggur dent á ávís ting, arbeiðir tað ígjøgnum, soleiðis at mann hevur argumentini, so er tað einfalt. Politikkur verður ofta fatað sum nakað nærmast metafysiskt! Nakað, sum kemur úr erva, sum vit ikki kunnu gera nakað við. Men tá mann so fær nakað av innliti í, hvat politikkur í veruleikanum er - ella kann vara - so hugsar mann, at hatta kann eg sjálvandi eisini klára.

Kvinnum dámar ikki at lova ov nógv


Ingunn W. Olsen heldur, at kynsmunur er á, hvat eggjar til og hvat styggir fólk frá at stilla upp.
- Kvinnur hugsa, at í politikki verða ov nógv lyfti, sum mann ikki veit, um mann kann halda. Ov nógv orð og ov lítil handling. Vit kvinnur eru bangnar fyri at hanga upp á tað, sum vit hava sagt, at vit ætla at gera. Og tað er eitt sunnheitstekin, haldi eg. Menn hugsa: “Okey, hatta segði eg tá, men soleiðis er støðan ikki nú, og um onkur spyr, so burturforklári eg bara ella avvísi”, heldur Ingunn W. Olsen.
Hon heldur, at valdið sjálvt virkar dragandi upp á menn. Men ikki upp á kvinnur. Og er kanska sjálv eitt gott dømi um hetta. Í søgubókunum fer Maria Hansen at standa sum fyrsti kvinnuligi borgarstjórin, og Heidi Petersen fer at standa sum løgtingslimur, sprottin av Kvinnulistanum í Vestmanna. Ingunn W. Olsen hevur onki heiti. Ongan politiskan varða.
Eg kann laða mær so nógvar aðrar varðar. Eg havi so nógv annað, eg heldur vil brúka tíðina til, sigur hon.

Listin, ið hvarv


Ongin kvinnulisti er til valið í ár. Og á seinasta vali var bert ein kvinna vald. Hvør er vansin við mátanum hjá vestmannakonum?
Tað er sjálvandi øgiliga tíðarkrevjandi. Man skuldi ganga á fund fleiri ferðir um vikuna...
Kanska var tað bara tað, Ingunn kallar okkara vantandi politiska tilvitska, sum spakuliga køvdi Kvinnulistan. Tað, og so tíðarrákið, sum dikteraði, at ungar kvinnur hildu uppat at vera feministar. Tað gjørdist ómodernað at tosa um javnstøðu og valdsbýti. Tað, sum byrjaði fyri 20 árum síðani, var kortini ikki ein gerð, sum onga vend fekk. Líkist meira einum upplopi. Ingunn W. Olsen ásannar, at vit eru umleið í sama stað í dag sum í 1988. Er hon skuffað?
Eg tími so ræðuliga illa at samla upp á skuffilsir. Eg hugsi heldur um, hvat so er at gera, sigur Ingunn W. Olsen.

Børn skulu hava meiningar


Eitt, hon heldur er at gera, er at læra børn og ung at kjakast og at hava eina meining. Sjálv hevur Ingunn góðan møguleika at halda eyga við, hvat tey ungu halda. Hon undirvísir í føroyskum á Fiskivinnuskúlanum og rættar uppgávur hjá ungum úr øllum miðnámsskúlum.
Eg má siga, at har er lítil og ongin áhugi fyri samfelagsviðurskiftum, tíverri, sigur hon og mælir til at byrja í barnaskúlanum at læra børnini at hava egnar tankar. Ja, at fara út og hyggja at, hvussu nærumhvørvið sær út, og tosa um, hví tað sær soleiðis út!

Kvinnulistar mugu koma aftur


Og so heldur Ingunn W. Olsen, at tíðin er komin at kynda undir aftur kvinnulistar. Tí fann hon útav, eftir at hon eina løtu helti til, at tíðin er farin frá teimum.
- Eg ásanni nú, at tíðin als ikki er farin frá kvinnulistum, sum annars er blivið eitt negativt ladað orð. Ongin tosar um mannalistar, helst tí, at teir altíð hava verið, og tí nærmast eru ein gudgivin sjálvfylgja. Men kvinnulistarnir mugu aftur á breddan, tí vit mugu hava vit og skil og sunna fornuft inn aftur í kommunalpolitikk, sigur hon.
Eg kann ikki halda mær, men má spyrja ein spurning, sum helst er líka gamal sum kvinnurørslan. Um kvinnur og menn eru so líka, at tað sambært javnstøðulógini er bannað at halda, at ein maður er betur egnaður til hetta, ella ein kvinna til hatta - hví skulu vit so velja kvinnur? Eiga vit ikki at forvænta tað sama av monnum sum av kvinnum? Kunnu vit bæði vera akkurát líka og vera so ymisk, at bæði kynini mugu vera umboðað?
- Vit eru ikki líka. Tað er sera sunt at vita av, at vit hava tveir ymiskar mátar at hugsa uppá. Men vit skulu hava somu rættindi fyri tí, um vit eru ymisk, sigur Ingunn W. Olsen.
Hon hyggur oman á kaiøkið. Obelix-litaða høllin og betongið rundanum minna hana á, hvat tað er, hon vil hava kvinnur inn í bygdarráðið at gera.
Tær høvdu hugsað meira um, at vit øll skulu trívast, heldur hon og fortelur um nýggja, breiða vegin, sum sitandi bygdarráð er farið undir. Ikki á nakran hátt neyðugur, heldur Ingunn.
Og um bussin, sum knappliga ikki longur koyrdi gjøgnum bygdina, men bert steðgaði inni á Fjørð, so meginparturin av vestmenningum mátti ganga gjøgnum alla bygdina, skuldu tey við. Eisini tí heldur hon, at kvinnur høvdu verið skjótari at mótmælt.

“Skulu vit royna...?”


Tað seinasta, eg fái við, áðrenn eg má senda hesa grein avstað, er, at Ingunn W. Olsen er aftur farin til verka. Ongin kvinnulisti er, men kvinnur eru uppstillaðar. Á Facebook skrivar Ingunn: “Ja, so mugu vit bara vóna, at vit fáa nakrar inn. Skulu vit ikki fara at heita á tær um at hava ein veljarafund ella okkurt líknandi?” Hon fær fleiri svar. Eitt teirra er: “Og so er tað kanska nú vit skulu royna at fáa Kvinnilistan uppaftur at standa. Nú eru 4 ár til næsta val.”