Tilfar

Mamma arbeiðir “har, sum menninir eru”

Onnur greinin í samrøðurøðini við kvinnur í politikki var um Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum og varð prentað í Dimmalætting 20. oktober 2008. Greinin eftir Katrin Petersen, journalist, er endurprentað her:

Annika Olsen leyp úr býráðspolitikki í løgtingið, og fyri fáum vikum síðani úr løgtingi í Tinganes, í sessin sum landsstýrikvinna í innlendismálum. Men tað var ikki fyri at Fólkaflokkurin kundi vera við í javnstøðugongdini. - Eg gjørdi teimum púra greitt, at eg vildi ikki hava sessin, um tað bara var tí, eg var konufólk, sigur Annika Olsen, sum heldur, at tað fer at henda púra natúrliga, at kvinnur fara at fjølgast í politikki.

Innbúgvið á skrivstovuni hjá innlendismálaráðharranum hóskar til Tinganes. Náttúrulitir. Brúnt. Málningar á veggjunum. Klassiskir stólar. Tað er kanska tað, sum skapar henda varhugan av, at vit eru á fremmandum øki; at vit, tvær kvinnur í 30-árunum, eru slopnar at sita á skrivstovuni hjá babba.
Tinganes er innrættað við monnum í huga. Eins og politiska skipanin sjálv. Við ráðharrum og landsstýrismonnum. Men kanska broytist tað. Kanska, um tað gongst, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna við innlendismálum, væntar.
- Eg trúgvi, at okkum nýtist ikki at lóggeva fyri at fáa javnstøðu í politikki. Áhugin millum kvinnur fyri politikki økist. Tær síggja, at tað ber til. Eg eri ikki bangin fyri, at vit sita við einum mansdomineraðum løgtingi og landsstýri komandi tíggju-fimtan árini. Tað fer at broytast sum alla aðrastaðni. Tí ivist eg ikki í, sigur hon.

Ikki feministur
Annika Olsen er partur av ættarliðnum, sum kom aftan á kvinnurørsluna. Vit fingu ikki ferðirnar á altjóða kvinnuráðstevnur við, Kvinnutíðindi var uppsteðgað, áðrenn vit komu til, og tað er ongin sjálvfylgja, at vit vita, hvar Mettustova er (húsini hjá Kvinnufelagnum í Havn).
- Eg eri fegin um, at tær, sum vóru undan okkum, gjørdu eitt stórt arbeiði fyri javnstøðu, um enn ein kann vera ósamdur um arbeiðsháttin. Men nei, eg kalli meg ikki feminist, og eg eri ikki limur í nøkrum kvinnufelag, sigur Annika Olsen.
Ættarliðið, sum setti javnrætt á breddan, uppaldi sjálvandi eisini dreingir og ávirkaði teirra hugburð. So hvørt tað verður meira vanligt at síggja kvinnur, sum eru politikarar, verður tað eisini meira vanligt at menn hava politikara til konu. Annika Olsen hevur ein mann, sum dugir væl at vera maki hjá einum politikara, sigur hon.
- Eg havi ein rættiliga góðan mann, sum tekur sær nógv av tí húsliga, tí eg eri so nógv burtur. Sjálvandi eru viðhvørt støður, har tað heila kann tykjast eitt sindur súrt. Men tað er ótrúliga umráðandi, at eitt ávíst forstáilsi er fyri, at treytirnar eru, sum tær eru. At vera politikari er ikki eitt 8 til 4 arbeiði. So tað var avgerandi fyri, at eg segði ja til at verða landsstýriskvinna, at eg hevði eitt bakland, sum stuðlaði, greiðir hon frá.

Menn duga við børnum
Hon og Jakob Horn eiga tveir dreingir, trý og fimm ára gamlar. Og teir hava bara gott av at vera meira saman við pápa sínum, heldur hon.
- Tað vil sikkurt vera onkur, sum heldur, at eg átti heldur at tikið mær av mínum børnum. Ongin hevur tó sagt nakað sovorðið við meg. Eg sjálv haldi, at tað er týdningarmikið, at pápin fær tað álit, at hann eisini megnar at taka sær av børnunum. Tað er ongin ivi um, at teir klára tað líka væl sum kvinnurnar. Kanska betur!
Heldur tú??
- Ja. Kanska ikki, tá tey eru heilt lítil, men tá tey eru vorðin eitt sindur størri. Í hvussu so er, tá eg hyggi at manninum hjá mær, hvussu væl hann dugir at spæla við børnini, so haldi eg, at hann hevur nógv meira hugflog og er meira kreativur enn eg eri, sigur hon.

Kvinnur hugsa um heildina
Hinvegin, so heldur Annika Olsen, at kvinnur duga betur at finna heildarloysnir í politikki enn menn.
- Sjálvandi er hetta ein generalisering, men eg haldi, at menn hava ein tendens til at hugsa meira um at fáa eitt skjótt úrslit enn kvinnur. Tær hugsa meira um tilgongdina, tryggja sær, at tær nú hava hugsað um allar tættir, áðrenn tær taka eina avgerð. Hugsa meira um heildina, sigur Annika Olsen.
Og hennara egna tíð í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð er eitt gott dømi um júst hetta. Hon valdi sær henda nevndarsessin, tí hon heldur tað kann verða ein trupulleiki fyri ein kvinnuligan politikara bara at hava “bleyt” áhugamál. So hon valdi sær ta mest mannfólkaligu av øllum nevndunum.
- Tað vóru opinbart aðrar enn eg, sum høvdu hugsað sama tanka! So í havnanevndini vóru kvinnurnar í meiriluta, tá avtornaði.
Sótu tit so og tosaðu um kaipláss og sovorðið?
- Vit vóru rættiliga upptiknar av hesum her við, hvat skal bjóðast ferðafólki, sum kemur í land av teimum stóru ferðamannaskipunum, sum leggja at her um summarið. Ja – vit hugsaðu nokk “tað bleyta” inn í hetta “harða” øki. Heildarloysnir!, sigur landsstýriskvinnan.

Bleyt virði seta fót
Annika Olsen heldur, sum sagt, at tað ikki er snilt hjá kvinnum bara at hava áhuga fyri teimum “bleytu” tingunum.
- Tey bleytu virðini verða traditionelt sæð sum minni verd enn tey hørðu. Um ein kvinna leggur seg eftir at úttala seg um búskap til dømis, verður hon hildin at vera nakað stórt. Um hon bara tosar um eitt nú eldrarøkt og sjúkrahúsverkið, so fær hon ikki ta somu respektina! Hetta hevur forðað mangari kvinnu í at koma til valdið, sigur Annika Olsen.
Hon heldur, at tað er spell, tí at bleyt og hørð virði hanga saman sum ein greipa. Bæði mugu til. Orsøkina til vantandi respektina heldur hon vera, at Føroyar eru eitt rættiliga maskulint samfelag, sammett við hini norðurlondini.
- Serliga Svøríki og Danmark hava dugað at fáa tey femininu virðini, so sum umsorgan og javnstøðu, meira við, sigur hon.
- Eg haldi, ein sær, at eitt nú danskir politikarar í nógv størri mun kunnu loyva sær at markera seg uppá sosialpolitikk og trivnað. Tær kunnu fáa respekt kortini, sigur Annika Olsen, sum hevur búð í Danmark frá hon var 15 til hon var 29 ára gomul.
-
Ikki tíðin at markera seg
Enn hava vit ikki sæð Anniku Olsen staðið á odda fyri stórmálum. Hon vónar, at ein av hennara “varðum” verður ein nýggj kommunuskipan. Tá hon sat í býráðnum, var hon talskvinna fyri at býta landið sundur í bert fýra kommunur. Men hon hevur ongan trupulleika at svølgja, at talan nú helst verður um sjey kommunur. Semjur hava hinvegin nógv at siga fyri hana.
- Í hesum sessinum má ein duga at taka ta kaskettina, har man markerar seg við sínum egnu meiningum, av. Her er uppgávan at vera politikari fyri alt landið. Tá má tú ganga upp á kompromis við nógv ting, eisini hjá tær sjálvari. Men tað eru vilkorini, og tað er alfa og omega, sigur hon.
Og ein góð landsstýriskvinna (ella maður) má duga at finna semjur.
- Tað havi eg so lært í politikki, at tað nyttar ikki at trumla fram. Um tú ikki tryggjar tær, at títt bakland og landsstýrið tekur undir við tí, tú ætlar, so er tað dømt upp á forhond, sigur hon.

Tingið er einsligt
Nýútnevnda landsstýriskvinnan, sum søkir heildarloysnir og semjur heldur enn sigrar og skjót úrslit, heldur, at løgtingið átti at tikið nakrar modernaðar tankar til sín um arbeiðsklima.
- Løgtingið kann vera ein øgiliga einslig verð, er mítt inntrykk. Í dag tosar man jú nógv um starvsfólkamenning og trivnað, og um at fólk gera eitt nógv betri arbeiði, tá ein góður stemningur er á arbeiðsplássinum. Um trivnaður er í politisku skipanini, verður grundarlagið eisini betri fyri breiðum semjum – sum, tá alt kemur til alt, tæna landinum best!, sigur landsstýriskvinnan.
Henni dámar væl siðvenjurnar hjá býráðnum í Havn, at býráðslimirnir altíð enda fundin við at eta ein góðan bita saman.
- Tá fólk viðhvørt hava verið øgiliga ósamd og harðmælt, so fær tað tey niður aftur á jørðina, at tey eta saman og finna hvørt annað aftur. Tað er ein øgiliga góður siður, haldi eg. Har kundi løgtingið lært nakað, heldur hon.

Eg eigi ikki serrættindi
Hetta árið, Annika Olsen hevur verið løgtingslimur, hevur hon verið einasta kvinna í sínum flokki á tingi. Hvussu hevur Fólkaflokkurin verið at koma í sum kvinna?
- Hann hevur bara verið fínur, haldi eg. Altso, eg havi ongantíð kent meg sum outsidara, tí eg eri kvinna. Tað kann vera, at eg ikki eri sloppin framat allastaðnis, har eg havi viljað – kanska eru bara tvey sloppin í sjónvarpið í valstríðnum, og eg havi ikki fingið annað plássið – men tað eru so eisini nógvir menn, sum ikki eru slopnir framat. Eg haldi ikki, eg eigi nøkur serrættindi vegna mítt kyn. Og eg gjørdi flokkinum púra greitt, at eg ikki vildi veljast í landsstýrið, tí eg var kvinna! Eg haldi, ein eigur at vísa kvinnuni meira virðing enn so og velja hana fyri sínar kvalifikatiónir, staðfestir Annika Olsen.

Eitt við arbeiðið
Sonur Anniku segði, tá hon fór í løgtingið, at “mamma arbeiðir har, sum menninir eru”. Enn eru heitini, mentanin og raðfestingarnar merkt av, at næstan øll í landsins ovastu sessum hava verið menn. Men Annika Olsen stúrir ikki fyri framtíðini hjá kvinnum í politikki. Tær munnu fara og koma, heldur hon. Onkur ting áttu at verið broytt, so tað gjørdist hugaligari, heldur hon.
- Tað er eitt sindur løgið, at býráðslimir altíð skulu til arbeiðis aftan á klokkan 16! Tað kundi verið broytt, so arbeiðstíðirnar vóru meira barnavinarligar, heldur hon.
Men fyrst og fremst má ein leita heima hjá sær sjálvari, um ein leitar eftir tí, sum skal til fyri at klára seg í politisku verðini.
- Ein má brenna fyri tí. Ein politikari er eitt við sítt arbeiði. Lívið kann ikki longur býtast upp í arbeiði og frítíð, sigur hon.
- Og so mást tú tryggja tær, at baklandið har heima er við. Tað hevur alt at siga, sigur landsstýriskvinnan við innlendismálum, Annika Olsen.