Valevni
Aftur

Bjørg Dam

Eg eri fødd í 1975 og eri gift við Høgna Egilstrøð Hansen. Saman eiga vit Gunnrið frá 2006, Nikael frá 2008 og Sofíu frá 2014. Vit búgva við gomlu kolonihavahúsini á Ternuryggi í Havn, og her trívast vit sera væl. Eg eri útbúgvin eksportteknikari og bachelorur í føroyskum. 

Í arbeiðshøpi eri eg saman við manni mínum sjálvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni sp/f Flis, ið byrjaði í 2015 sum ein lítil spennandi grøn verkætlan, við endamálinum at gagnnýta trø og runnar, heldur enn at tyrva tað. Í dag arbeiði eg eisini í familjufyritøkuni Thomas Dam á Hálsi. 

Síðani 2019 havi eg verið forkvinna í ADHD felagnum, sum hesi árini er vaksið til eitt stórt felag við fleiri enn 400 limum. Í fjør varð eg vald í starvsnevndini í MEGD.

Politiskt havi eg tilvitað lagt eina fasta grund at byggja mítt politiska yrki á. Hetta er 8. valið, og 2. fólkatingsval, eg stilli upp til. Í 2019 varð eg vald í býráðið í Tórshavnar kommunu. Áðrenn tað havi eg verið varumboð í býráðnum og á løgtingi. Í fleiri ár havi eg sitið í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og í MFS, har eg havi havt ymsar sessir, umframt at verða forkvinna.

Endamálið við at stilla upp til fólkatingsvalið er at arbeiða fyri mínum hjartamáli, sum er at tryggja fólki við psykiatriskum og fysiskum avbjóðingum og sjúkum í Føroyum og í Danmark javnbjóðis atgongd til viðgerð, endurvenjing, arbeiði og útbúgving - eingin skal detta í millum skipanirnar!

Eitt nú skal ein ADHD diagnosa ikki kunna vera orsøk til, at ein fær noktað atgongd til politiskúla ella herin, sum hon kann í dag. Hettar er broytt í Svøríki og Íslandi, har tað ikki er loyvt at gera mismun vegna ADHD! Men enn er tað ikki broytt í Danmark!

Í Føroyum hava vit 529 fólk á bíðilista til psykiatri, t.e. til útgreining fyri ADHD, autismu, tunglyndi, angist v.m. Sera nógv fara niður til Danmarkar at fáa sær hjálp!

Hesi noyðast ikki einans at rinda fyri eina primera heilsutænastu, sum okkara egna heilsuverk átti at klárað, men tá tey koma heimaftur við einari diagnosu, detta tey heilt ella partvís uttanfyri okkara heilsuskipan! Hetta er ikki einans galdandi fyri ADHD og autismu, men eisini fyri aðrar diagnosur og sjúkur. Hetta skal loysast!

Tað eru ikki bara vit í Føroyum, sum stríðast við sálarheilsu. Tað gera tey eisini í eitt nú Danmark og Grønlandi. Samstarv við hesi um vitanardeiling, netverkan og gransking er uppløgd, tí loysnirnar eru helst nøkulunda tær somu.

Eg vil á fólkating fyri at skapa úrslit, ið skapa trygd og framburð, og betra um lívið og møguleikarnar hjá føroyingum. Javnaðarflokkurin hevur víst í verki, at við røttu hugsjónini, arbeiðssemi, dirvi og hepnari politiskari hond kann fólkatingssessurin vera sera gevandi fyri allar føroyingar - lesandi so væl sum sjúklingar, fyritøkur, feløg, umframt kommunur og løgting! Ríkisfelagsskapurin er tvívegis gevandi, tó ikki uttan lýti. Tey taka vit upp og finna pragmatiskar loysnir til, tí vit samstarva við øll! Ríkisfelagsskapurin gevur føroyingum ríkar møguleikar at lesa í Danmark og øllum Europa annars, og eisini fáa vit atgongd til grunnar, størv og granskingarverkætlanir.

Javnaðarflokkurin er garantur fyri, at hesi rættindi verða varðveidd.

Les greinar og CV á http://bjorgdam.blogspot.com/

Vit at seta krossin við C og Bjørg, fært tú eina eldsál, sum skapar úrslit!

Bjørg Dam, valevni til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin.