Um meg:
Bróstamjólkina fekk eg við samráðingarborðið millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, tá ið mamma var forkvinna í Pedagogfelagnum. Eg sleit mínar barnaskógvar á Læraraskúlanum, har pápi mín var rektari. Eg lærdi hagfrøði og sosiologi á Lærda Háskúlanum í Lund. Hagfrøðilesturin gav mær ein tal-kritiskan sans, sum er alneyðugur, skalt tú standa ímóti teirri manipulatiónini sum alla tíðina fer fram við tølum.
Sosiologilesturin minnir meg á, at handan tølini og skjølini eru altíð fólk. Fólk, sum vilja at sleppa at liva sítt lív, við teimum grundleggjandi rættindunum vit hava avtala at vit øll eiga. Listin gjørdist partur av mínum gerandisdegi, tá ið eg gifti meg við einum listamanni. Hann minnir meg hvønn dag á, at tað er lætt at siga at man arbeiðir fyri listini og mentanini, men verri at halda orð. Hetta taki eg við mær, nú eg trakki inn á politiska pallin, og hann fer at halda mær í oyrunum.
Eg eri vinnurekandi, og støðan sum stjóri og arbeiðsgevari hevur givið mær eina innbygda dualismu, sum eg haldi vera týdningarmikla fyri at síggja vinnuna fyri tað hon er: Livibreyðið hjá okkum. Vinnan er livibreyðið bæði hjá okkum sum eiga, og hjá teimum sum arbeiða; og bara við at finna javnvágina ímillum tað ið vinnan sjálv fær burturúr og tað ið arbeiðarin fær burturúr, kann samfelagið blóma fíggjarliga.
Politisk mál sum eg vil raðfesta á tingi:
- Trygdin í landinum. Tað verður seg verjutrygd, mattrygd, orkutrygd og fíggjarligu trygd.
- Umhvørvið & náttúran, sum er okkara tilveru grundarlag.
- Vinnan, sum skapar fíggjarliga grundarlagið undir lívum okkara.
- Listin og onnur mentan, sum er tað sum skapar okkum innihald og undran.
- Tjóðarfrælsið, sum styrkir og stuðlar upp undir alt omanfyri.