Um meg:
Eg eri útbúgvin bókavørður og arbeiði sum varaleiðari á Býarbókasavninum í Havn og føroyska bókasavnsverkið liggur mínum hjarta nær. Vit skulu virðismeta og raðfesta bókasøvnini høgt, tí tey hava ein týðandi leiklut í okkara fólkaræði við at veita øllum borgarum fría atgongd til upplýsing, vitan og kunning.
Í míni frítíð njóti eg friðarliga lívið í Nólsoy, har eg búgvi saman við manni mínum Ívari Bærentsen og børnum okkara, sum bæði eru í skúlaaldri. Mær dámar at ganga túrar, lesa og vera saman við familjuni. Og mær dámar eisini náttúruna og serligu bygdamentanina, sum mann finnur í eini bygd sum Nólsoy.
Tað er eitt stórt hjartamál hjá mær, at tað skal gerast lættari at búseta seg har í landinum, sum mann sjálvur vil – eisini úti á leysum oyggjum og úti á bygd. Tað krevur bústaðarmøguleikar og góða samferðslu. Tað verður høvuðsavbjóðingin komandi árini.
Eg havi eisini eina cand mag í mentan og miðling frá Syddansk Universitet. Eg haldi týdningurin av mentan og okkara mentanararvi kann ikki yvirmetast. Tað er mentanin sum bindur okkum saman, gevur okkum samleika og vísir, hvørji vit eru.
Annars eri eg sjálv arbeiðssom og álítandi. Og eg fari at arbeiða fyri einum inkluderandi samfelag, har øll hava tað gott, har vit hava javnstøðu millum kynini og har vit hava bæði persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi.
Hjartamál:
- Sjálvbjargni
- Mentan og mentanararvur
- Góð samferðsla til allar oyggjar og bygdir
- Góðir bústaðar- og útbúgvingarmøguleikar
- Eitt rúmligt og inkluderandi samfelag