Fyri teg, meg og Føroyar er akkurát orsøkin til at eg vil í løgtingið.
Hetta samfelagið skal vera til okkum øll, ikki bert tey fáu.
Sum verkætlanarleiðari innan talgilding og bygging í kommunala geiranum og frá privatu vinnuni, havi eg nógvar royndir, innlit og vitan um hvussu vit kunnu skipa okkum til eitt betri samfelag við stórum framburði fyri øll.
Vit búgva í Saltangará og frítíðin er full av góðum upplivingum við familju og vinfólkum.
Áhugamál eru mong, sum flest allir føroyingar, eru vit sjálvboðin og virkin í felagslívinum.
Útbúgving og sessir:
Byggiverkfrøðingur og cand.it.
Eri í nevnd hjá FVF, umboðsráðnum LÍV, Kongshavnar Kvinnnufelag og forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.
Havi sitið í skúlastýrinum Runavíkar skúla og Kvinnuhús grunninum.
Hjartamálini eru mong, úr rúgvuni kann nevnast:
1. At skipa bústaðarmarknað til frama fyri borgaran
2. Geopolitiska støðan og verja hjá Føroyum.
3. Útbúgving til okkara arbeiðsmarknað og tørv.
4. Vinna og framburð, til frama fyri felagsskapin.
5. Menna náttúrðu margfeldni og náttúrðutilfengið.