Aldur: 45 ár
Bústaður: Vestmanna
Útbúgvingar: Heilsurøktari í 2011 og MA í føroyskum máli og bókmentum í 2025
Starv: Miðnámsskúlalærari og tímaløntur heilsurøktari
Familja: Gift og eigi trý vaksin børn
Sum persónur eri eg tann introverti eygleiðarin, ið heldur hugsar seg um nakrar ferðir, enn at leypa framav. Eg havi alt mítt vaksna lív verið politiskt og samfelagsliga tilvitað og áhugað í at geva mítt íkast til tey viðurskifti, eg veit nakað um.
Tað, sum upptekur meg mest í sambandi við løgtingsvalið 2026 er:
- Mentan
- Heilsa
- Umsorgan
- Sjálvbjargni
- Burðardygd
Eg haldi tað vera alneyðugt við einum veruligum føroyskum mentanarpolitikki, sum loyvir mentanini, og kanska serliga listarliga partinum av tí, vit kalla mentan, at virka so frælst og frítt sum gjørligt. Til tað krevst politikur, sum virkar eftir meginregluni um armslongd, tá tað kemur til mentanarligan stuðul.
Á heilsu- og umsorganarøkinum haldi eg tað vera alneyðugt, at lurtað verður eftir fakkunnleikanum, sum ferð eftir ferð vísir á vaksandi tørvin á útbúnum røktarstarvsfólkum. Vit mugu skapa røttu umstøðurnar til, at starvsfólk í røkt og heilsu trívast og mennast, og altíð eru nóg nógv í tali til at røkja eftirspurdu uppgávurnar.
Sjálvbjargni og burðardygd hanga óloysiliga saman. Tá aðalmálið er sjálvstøðug tjóð, má miðast eftir sjálvbjargni á flestu økjum, eitt nú við orku á landi, har eg haldi, at øll orka á landi eigur at vera el-orka.