Aldur: 36
Kommunu: Tvøroyri
Útbúgving: cand.med. Serlækni innan almen medicin í ár.
Starv: kommunulæknaviðtalan í Vági
Sjálvslýsing:
Eg eri lækni og mamma at trimum børnum undir 10 ár. Eg eri uppvaksin í Trongisvági, havi lisið medicin í Keypmannahavn og búð í Havn í seks ár. Eg flutti suður á Tvøroyri fyri einum ári síðan og eri í gongd við at umvæla 115 ára gomul familjuhús við jørð rundan um og fýra fríttgangandi hønum.
Eg eri sosial og brúki nógva tíð saman við familju og vinum. Mær dámar sera væl at renna – helst við trimum súkklandi børnum, ganga í náttúruni, svimja á sjónum og spontant kaffiprát.
Eg eri virkin og havi ofta nógvar bóltar í luftini. Eg havi altíð lagt nógva orku í sjálvboðið arbeiði og sitið í nógvum nevndum. Í dag eri eg fimleikavenjari, næstforkvinna í Kyn og næstforkvinna í Suðuroyar Tjóðveldisfelag.
Mær dámar at gera mun og ávirka til frama fyri felagsskapin og lokalsamfelagið, sum eisini speglar mín arbeiðssdag sum lækni.
Eg stilli upp í politikki fyri fyrstu ferð, tí eg við mínum grundleggjandi áhuga og fakligu vitan vil arbeiða fyri einar sjálvbjargnar Føroyar við sterkum høvuðsstaði og sterkum bygdum, har javnstøða er millum kyn, fólkið trívist, og har landsins tilfeingi verður javnt býtt.
5 politisk mál:
- Bygdalív – útjaðarpolitikk fyri økismenning
- Arbeiða fyribyrgjandi innan heilsu
- Javnstøðu innan familjulív
- Barsilsskipanin – hækkað útgjald og fleksiblari skipan.
- Javnstøðu innan arbeiði