Navn: Luna Klein Joensen
Aldur: 18
Kommuna: Runavíkar Kommuna
Útbúgving: Gangi 2. ári á Miðnámi á Kambsdali á hugbreyt
Sjálvslýsing:
Eg eri fødd í Keypmannahavn og búði har fyrstu sjey árini, áðrenn vit fluttu til Føroyar. Í dag búgvi eg í Oyndarfirði, og havi eisini eitt tætt tilknýti til Fuglafjørð, har pápi mín býr. Mín áhugi fyri politikki byrjaði tíðliga. Í 8. og 10. flokki var eg partur av Ungdómstinginum, har eg arbeiddi við lógaruppskotum og fekk royndir á sjálvum tingsins røðarapalli. Í 9. flokki var eg í starvsvenjing hjá Landsstýrinum, har eg var knýtt at fleiri ráðum, m.a. Løgmansskrivstovuni og Fíggjarmálaráðnum. Har fekk eg innlit í politiska arbeiðinum, luttók í fíggjarlógararbeiði og fylgdi við í landsstýrisarbeiði. Á miðnámi havi eg serligan áhuga fyri søgu og samfelagsfrøði, men hóast eg gangi á hugbreyt, havi eg valt støddfrøði A, tí mær dámar væl at arbeiða við greining og útrokningum.
Politisk mál:
- Búskaparligt haldføri
- Bústaðartrupulleikin
- Haldføra integratión
- Sjálvstøðugari land
- Skúlaskipanin