Demokratia búmerki
Hanna Paula við Streym
Tjóðveldi

Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og havi starvast innan sjúkrarøkt í 25 ár.

Deildarleiðari á Psykiatriska Deplinum.

Varaborgarstjóri í Sunda Kommunu.

Búgvi við Norðskála, gift Jóhan. Vit eiga fýra dreingir

Eldraøkið

Landið leggur ov stórt trýst á kommunurnar við at leggja støðugt fleiri uppgávur út – uttan at parturin, sum landið hevur ábyrgd av, fylgir við – eitt nú útbúgvingar.

Vit mugu bøta um útbúgvingarmøguleikarnar hjá hjálparfólki innan eldraøkið. Um neyðugt, má heilsuskúlin flytast.

Sosialu skipanirnar

Vit mugu broyta skipanir innan almanna- og sosiala økið, so at pengarnir í nógv størri mun koma teimum, sum hava tørv á hjálp, til góðar.

Almanna- og sosialøkið er merkt av, at útskiftingin millum starvsfólk er stór. Tey, sum hava størst tørv á hjálp, skulu fáa bestu starvsfólkini - ikki skiftandi avloysarar.

Landsverk

Ferðslutrygdin í nógvum bygdum kring landið er út av lagi vánalig, tí Landsverk ikki heldur sínar skyldur ella viðlíkaheldur.

Byggiverkætlanir mugu stýrast munandi strammari, tí vanligi løntakarin kann ikki rinda fyri byggisjusk og vantandi ábyrgd.

Náttúra og grøn orka

Samfelagið stendur fyri stórum útbyggingum – bæði til bústaðir, vegir, tunlar, grøna orku og annað. Hetta má tó gerast við skili og fyriliti fyri okkara sárbæru náttúru.

Hanna Paula við Streym
Starv
Deildarleiðari