Eg eiti Bjørk Berg Wiggins, eri 34 ár og búsitandi á Toftum. Eg eri uppvaksin í Havn við røtum á Skála. Eg eri gift við Cory úr Barbados, eigi eina dóttur og vænti mitt næsta barn. Eg eri útbúgvin MSc í Sustainable Business frá University of Nottingham og havi arbeitt við sosialum og integratiónsarbeiði seinastu fimm árini hjá Reyða Krossi Føroya, har eg nú eri tilbúgvingarsamskipari. Eg brenni fyri javnrættindum – millum kynini, men sanniliga eisini millum ættarlið og fyri tilflytarar.
Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, tí eg vil, at Føroyar hava sína egnu rødd og beinleiðis atgongd til altjóða samstarv – uttan millumlið.
Míni hjartamál eru:
- Meira tíð til børn og foreldur við longri og fleksiblari barsli, og betri rættindum, tá børn eru sjúk
- At betra um karmarnar rundan um børn og ung, so tey fáa eitt róligari lív við minni strongd – heldur enn at gera børnini til trupulleikan
- Sterkari verju av børnum, m.a. við banni móti sosialum miðlum undir 15 ár og harðari átøkum móti kynsligari misnýtslu
- Betri integratión, har tilflytarar fáa veruligar møguleikar og fakfólk fáa neyðugar førleikar
- Eitt javnari samfelag við betri liviumstøðum, tryggari bústaðum og samhaldsfastari samferðslu
Eg ynski eitt samfelag við lægri ferð, minni strongd og størri umsorgan – har karmarnir stuðla menniskjum, heldur enn at trýsta tey.