Demokratia búmerki
Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Tjóðveldi

Eg eiti Bjørg Brynhildardóttir Egholm, eg eri uppvoksin í Havn, og til dagliga arbeiði eg sum hjálparfólk í Margarinfabrikkini. Eg stillaði upp til Kommunuvalið í Tórshavn í 2024, men hetta er fyrstu ferð at eg stilli upp í landspolitikki. Eg havi ofta verið ónøgd við føroyska politikkin. Men eg kom til ta niðurstøðu, at um eg haldi okkurt vera skeivt, so havi eg eisini eina ábyrgd at royna at broyta tað.

Eg havi nógv hjartamál.

Men tað eg sakni mest í føroyskum politikki er nýhugsan, erligheit og dirvi.

Nøkur av mínum hjartamálum:

- Ung skulu kunna síggja eina framtíð fyri sær í Føroyum.

- Tey eldru og ráðandi hava roynt nóg leingi, og nú skulu vit ungu hava sess við borðið. Gjógvin millum vanlig fólk og yvirstættina skal minka. Vit skulu eiga hetta landið saman.
 
- Spekulantar skulu ikki sleppa at ríka seg upp av íbúðarneyðini hjá vanligum fólki. Øll hava uppiborið eitt trygt heim.
 
- Tilfeingisrentan skal krevjast inn fyri at skapa einar kappingarførar, sjálvbjargnar og burðardyggar Føroyar.

- Føroyar skal vera heimsins besta lestrarland fyri Føroyingar. Tað ber til og skal prioriterast.

Bjørg Brynhildardóttir Egholm
Starv
Hjálparfólk