Demokratia búmerki
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Tjóðveldi

Eg eiti Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, eri 35 ára gomul, eri uppvoksin og búgvi í Miðvági saman við manni mínum og okkara trimum børnum.

Eg havi altíð havt torført við bara at hyggja at, tá eg síggi nakað, sum kann gerast betri. Tað hevur eisini formað mín áhuga fyri samfelagsspurningum og politikki.

Eg havi eina fíggjarliga útbúgving innan bank og trygging og havi eisini tikið leiðsluútbúgving. Seinastu 10 árini havi eg arbeitt nógv við menniskjum, skipanum og menning, bæði innan barna- og ungdómsøkið og í leiðslu- og rakstraruppgávum. Í dag arbeiði eg sum HR-leiðari i privatu vinnuni.

Mínar royndir hava givið mær eina greiða sannføring: nógv av teimum trupulleikum, sum samfelagið brúkar nógva orku og pengar upp á, byrja nógv fyrr í lívinum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit raðfesta trivnað, góðar uppvakstrarumstøður og sterkar felagsskapir rundan um børn og ung.

Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg vil arbeiða fyri einum samfelag, sum torir at hugsa longri fram. Har vit raðfesta fyribyrging, trivnað og samanhang í skipanum , og har børn og familjur verða sædd sum ein av teimum týdningarmestu íløgunum, vit kunnu gera í framtíðina.

5 politisk mál

- Styrkja fyribyrgjandi arbeiðið á barna- og ungdómsøkinum
- Betri samanhang millum skipanirnar rundan um barnið (dagstovnar, skúlar, heilsu- og sosialøkið)
- Hægri dygd og sterkari fakligar karmar í dagstovnum og skúlum
- Meira fokus á trivnað, heilsu og felagsskap, eisini gjøgnum ítrótt og frítíðarlív
- Politiskar raðfestingar, sum byggja á langtíðar hugsan heldur enn stuttsikta loysnir

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen