Demokratia búmerki
Rósa Tyril
Fólkaflokkurin

Eg stilli upp tí eg trúgvi veruliga, at eg kann vera við til at flyta Føroyar fram á leið. Eg eri borgarlig, tjóðskaparsinnað og virðis-konservativ. Frælsi við ábyrgd - hjá tí einstaka og okkum sum tjóð, sterkt vinnulív, skilagóð fíggjarstýring, langtíðarhaldføri, einfaldari almenn umsiting og sterkar kjarnu-vælferðartænastur er nakað av tí eg ætli at arbeiða fyri. Eg sakni kvinnuligar politikkarar, sum eg hugsjónarliga kann kenna meg aftur í - tí haldi eg mín rødd hevur stóran týdning.

Eg ynski harafturat at hava mítt yrki og útbúgving við inn í politikkin, og gera heildarætlanir innan heilsu, sum líta frameftir, og virka fyri at almennu tænasturnar fremja heilsuna hjá okkara borgarum heilt frá barnaárunum av - bæði kropsliga og sálarliga.

Eg og maðurin eiga annars fimm børn, so ein stórur partur av mínum gerandisdegi fer til at taka mær av teimum og heiminum. Mær dámar eisini væl at vera úti í náttúruni, gera ymiskt handaligt, og fáast við matgerð og bakstur.

Hjartamál
- Frælsari barnaansing - pengarnir skulu fylgja barninum.

- Ábøtur á fosturtøku lóggávuna - m.a. taka burtur mismun vegna brek.

- Skynsama fíggjarstýring og langtíðarhaldføri.

- Gera almenna fyrisiting einfaldari og avtaka dupultfunktiónir.

- Nýskipanir - fyrst barnaverndarøkið, næst heilsu- og eldraøkið, triði útbúgvingarøkið..

Um meg:
Navn: Rósa Tyril

Aldur: 32 ár

Kommuna: Runavíkar kommuna

Útbúgving: BSc í Sjúkrarøktarfrøði og MSc í Heilsuvísindum

Rósa Tyril
Starv
Sjúkrarøktarfrøðingur og dagrøktari