Demokratia búmerki
Nena Jákupsdóttir
Framsókn

Um meg:

Nena Jákupsdóttir, 54 ár. Gift og eigi 4 børn.

Av útbúgvingum eri eg fiskivinnutøkningur, læknaskrivari, havi alskyns diplomir í ítrottaskeiðum. Hetta er í samband við, at eg havi undirvíst loppunum í 20 ár hjá fimleikafelagnum Ljósið. Nú sjúkrarøktarfrøðilesandi á 3 árið. Sitið í kirkjuráðnum í domkirkjuni.

Tá eg bleiv biðin um at stilla upp, ivaðist eg ikki eina løtu. Eitt vælferðarsamfelag er, tá tey veiku hava tað gott. Og tað hava tey ikki í Føroyum, vit síggja og hoyra dagliga, hvussu sperd øll eru, har tað skulu vera heitar hendur.

So her er nógv at taka fat í. Tað, sum stendur mær nærmast, eru tey sum hava serligan tørv, tí tey eru totalt afturúrsigld í hesum landi. Sjálvandi skullu tey síggjast í samfelagnum og taka lut sum øll onnur og ikki krógvast burtur.

Nena Jákupsdóttir
Starv
Sjúkrarøktarfrøðilesandi, fiskivinnutøkningur, læknaskrivari