Demokratia búmerki
Súsanna Olsen
Framsókn

Um meg:

Súsanna Olsen, fødd 1959. Súsanna hevur lisið stjórnmálafrøði og tók prógv í 1994 frá Institut for Statskundskab, Århus Universitet. Umframt hevur hon síðufak í sálarfrøði frá Aalborg Universitet og eina leiðslu-eftirútbúgving, master i etik og værdirer i organisationer (MEVO) frá Institut for Filosofi, Århus Universitet.

Súsanna er námslektari og útbúgvingarleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Við síðuna av vanliga starvi sínum, er Súsanna eisini forkvinna í áhugafelagsskapinum Sinnisbata.

Fødd og uppvaksin í Havn, ídag búsitandi á Argjum. Súsanna hevur stillað upp fyri Framsókn áður og hevur verið býráðslimur í Tórshavnar kommunu, fyri Ruth Vang frá 2022-2024.

Hví skal mann stilla upp til Løgtingsval?

Fyri at gerast ein aktivur limur í okkara fólkaræði. Tað er ikki vist, at ein sleppur inn beinanvegin - men so hevur tú gjørt eina roynd. Sera umráðandi er at fáa fleiri kvinnur við í landspolitikk; vit eru helvtin av borgarafjøldini, og tí skal vera javnstøða, tá ið politiskar avgerðir skulu takast.

Mál sum standa ovast á listanum til hetta løgtingsval eru:

  • Eina pensjónsnýskipan, ið tryggjar ein stóran part av haldføristrupulleikum
  • Nýskipanir fyri at varveita okkara vælferðarsamfelag
  • At byggja skjótt, væl, burðardygt og til ein sámiligan prís, so fólk fáa ein bústað, antin til leigu, ella til keyps
  • At tey sum eru komin í totalt óføri við misnýtslu av brennivíni, ella øðrum rúsandi evnum, har nógv eisini eru heimsleys, fáa hjálp.
Súsanna Olsen
Starv
Námslektari og útbúgvingarleiðari