Um meg:
Annika Ró Samuelsen, 32 ár, valevni fyri Framsókn síðani 2022.
Útyvir at fremja og stuðla tí, ið stendur í okkara valskrá, um vit og skil, havi eg eisini hesi hjartamál:
- Mentan, strongd og sálarlig heilsa. Vit skulu styrkja føroyska mentan. Stuðul frá landinum til tónleik, sjónleik og film/sendirøðir skal í størri mun knýtast at verkætlanum, ið fremja føroyskt mál, mentan og samleika, serliga hjá yngra ættarliðinum.
- Strongd og sálarlig heilsa skulu takast í størri álvara, og fyribyrging skal raðfestast í barnaansing, skúla, frítíð og eldrarøkt, umframt at kropslig heilsa og sálarlig heilsa, skulu javnmetast við hvørt annað.
- Breið semja um løgfrøðiligt kynsskifti. Í dag eru tvørkynd ikki nevnd í føroysku lóggávuni. Tað kann merkja, at ein persónur í veruleikanum kann missa sín atkvøðurætt, tí samleikin og skrásetingin ikki samsvara. Ein semja skal finnast, ið bæði tryggjar rættindini hjá tvørkyndum og er í trá við føroyskan sið.