Eri 44 ár og búgvi í Havn saman við manni, børnum og hønum. Starvist sum sálarfrøðingur.
Fólkið í fokus
Komi eg inn á ting verður mín fremsta uppgáva, at tæna, varðveita og verja Føroya land, Føroya Fólk og Føroyska siðvenju. Mín høvuðsábyrgd er mótvegis fólkinum. Statsvaldið skal blanda seg minst møguligt í lívið hjá mær og tær og í stórstan mun lata vanlig fólk fáa frið. Familjan er bulurin í samfelagnum. Hetta merkir heilt einfalt, at uppruna eindin – mamma, pápi og barn – er lívsneyðug fyri, at okkara samfelag megnar at hanga saman og okkara mentan yvirlivir. Tí má familjan styrkjast og verjast.
Nøkur mál
- Ja til ráðgeving til hjún við børnum, ið vilja skiljast.
- Ja til ráðgeving við skanning heldur enn fría fosturtøku
- Ja til harðari revsing og kravda viðgerð til vaksin, ið gera seg kynsliga inn á børn.
- Nei til ognarskatt! Eingin eigur at rinda skatt av tí, tey eiga.
- Nei til harðrenda og skaðiliga Farsóttarlóg.