Demokratia búmerki
Ruth Fjallsá Benbakoura
Fólkaflokkurin

Aldur: 54 ár

Kommuna: Tórshavnar kommuna (Suður Streymoy)

Útbúgving: Professionsbachelor í pædagogikki

Borgarligt starv: Sølukvinna hjá HTH

Sjálvslýsing:
Eg eri ein jarðbundin og arbeiðssom kvinna, ið starvast sum sølukvinna hjá HTH og eri útbúgvin pædagogur. Við drúgvum royndum úr bæði yrkis- og sølulívinum, her heima og í útlondum, havi eg fingið eitt vítt sjónarhorn og eina sterka trúgv upp á tænastu við nærlagni og í eygnahædd. Mín hugsjón tekur støði í "Lívslinjuni" – at vit skulu tryggja ein tryggan grundvøll frá byrjanini, veita rætta stuðulin undir vøkstri og skapa amboðini til sjálvbjargni. Politikkur snýr seg um fólk, og rættvíst er tá øll kunnu vera við og fáa møguleikan at blóma. Somuleiðis eri eg mamma, ið kenni avbjóðingarnar hjá føroyskum familjum á egnum kroppi. Tað drívur meg at skapa ítøkiligar broytingar, har skipanin í dag svíkur – serliga tá tað kemur til okkara børn og sálarliga heilsu.

5 politisk mál:

  • Stytting av bíðitíðum í barna- og ungdómspsykiatriini: Vit skulu nýta allan tøkan kapasitet – eisini tann privata – so børn sleppa undan 2-ára bíðirøðini.
  • Lógarfest viðgerðartrygd og opinleiki: Vit skulu tryggja tí einstaka rætt til skjóta hjálp og krevja opin hagtøl fyri bíðitíðirnar eisini í vaksnamannapsykiatriini.
  • Bústaðarvón til ung: Skattafrádráttur fyri inngjald á bústaðarkontu, 0,- kr í tinglýsingargjaldi fyri fyrsta bústað og møguleiki at brúka part av eftirlønini sum eginfígging.
  • Burtur við forðingum fyri fólk við rørslutarni: Tryggja fulla atkomu og betri flutningsmøguleikar til fólk við rørslutarni, so øll fáa livað eitt sjálvbjargi og sjálvstøðugt lív.
  • Tryggja "Lívslinjuna": Tryggja karmarnar um verandi Hotline til børn og ung, so hjálpin er faklig og altíð tøk, styrkja pædagogiska økið og tryggja hjálp til sjálvhjálp, so tann sálarliga heilsan hjá okkara gentum og dreingjum verður vard í tíð.
Ruth Fjallsá Benbakoura
Starv
Sølukvinna