Demokratia búmerki
Kristina Djurhuus
Sambandsflokkurin

Um meg

44 ár - 235 Dalur - Lærari á Sankta Frans, Tórshavn.

Hetta er fyrsti ferð, eg stilli upp til løgtingsval. Mín eldhugur fyri at gera umstøðurnar innan skúlaverkið betri er eitt hjartamálið í mínum vallyfti. Eg meini, at okkara skúlaskipan hevur fingið stórar avbjóðingar, ið leggja eitt stórt trýst á bæði lærarar og næmingar. Umframt hetta skulu vit hava fleiri skúlar, ið hava hóskandi tilboð til næmingar, ið hava serligan tørv. Hetta fer at geva teimum eina frálæru, ið er hóskandi, og sum er tillagað til tann einstaka næmingin. Øll børn skulu hava eitt skúlatilboð.

Persónligt eri eg gift, og eiga vit 3 børn og búgva í Dali. Eg arbeiði sum lærari í Havn, og havi eg tískil beinleiðis innlit í, hvat fyri avbjóðingar okkara skúlaskipan hevur.

Eg havi ein stóran kærleika til list. Mær dámar væl at mála í frítíðini, og skipi eg støðugt fyri heimakonsertum og konsertum í bygdini. Eg haldi, at listin er ein týdningarmikil partur av okkara samfelag, tí tað samansjóðar og gevur okkara mentan dýpd og meining.

Hjartamál

- Styrkja tvílæraraskipan og halda hámarkið á 22 næmingar

- Handaligu útbúgvingar raðfestast, og gerast minni bókligar

- Barna- og Ungdóms Psykiatriin skal raðfestast

- Fleiri skúlar og hava hóskandi tilboð til næmingar við avbjóðingum/serligum tørvi

- Fleiri tilboð við umlætting, ið er ætlaður børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku

- Raðfesta mentan og list.

 

Kristina Djurhuus
Starv
Lærari