Aldur: 45 ár
Kommuna: Tórshavn, og altíð búð her.
Útbúgving: Skrivstovulærd innan almanna fyrisiting og diplom innan almanna fyrisiting.
Borgarliga starv: Sjálvstøðug vinnurekandi og eigari av Salong Hundagleði.
Eg eigi trý tøtt børn, saman við sambúgva mínum, Høgna Jacobsen, á 26. ári. Eina gentu og tveir dreingir. Vit búgva mitt í havn og eg eri uppvaksin á Reyni. Eg eri næstyngst av fýra systkjum og dóttur Shirley Jespersen og Finnboga Dam Jacobsen sála.
Mín áhugi hevur altíð verið innan ítrótt, og eg havi gjørt nógvan ymiskan ítrótt á yngri árum. Seinastu 30 árini havi eg verið sera virkin innan Kappróður. Eg eri nokk mest kend sum Róðurskvinnan á Jarnbardi, sum eg havi róð við í 21ár.
Hetta er fyrstu ferð, at eg eri uppstillað. Eg eri spurd trýggjar ferð fyrr, men hesuferð leyp eg í tað. Kanska er tað eitt sindur ørt, nú eg eisini skal halda, mína fyrstu, konfirmatión 3 dagar seinni. Við planlegging og góðum stuðli heima, klára vit hetta. Tað gongur næstan altíð, um mann vil hava eitthvørt at ganga.
Eg havi ofta nógv hugskot og meiningar og nú vóni eg at kunna nýta tær til okkurt.
Verði eg vald, fari eg at gera alt, fyri at fáa míni lyftir ígjøgnum, og sum heild at hava í huga, at eg eri her fyri fólkið og ikki gloyma tey, tá eg skráseti meg fyrsta dagin á Løgtingi.
Míni mál, eg fari at arbeiða fyri eru:
- At strika 8000 kr gjaldið á tóm hús og sum heild at vera røddin hjá teimum, sum eiga meir enn eina búðeind. Hvørs tað er tóm hús, airbnb stuttíðarleiga, langtíðarleiða ella ognarskatt.
- At dustsúgva og rudda upp INNANHÝSIS hjá politikarunum. Hvi eru nýttar 42 mio meirkostnađur í umsiting. Skal komandi umbygging á tinghúsiđ kosta 40 mio. Hvi eru teirra koyripengar so nógv hægri enn hjá palleba.
- Sum heild at føra skynsaman fíggjarpolitik við avgerðum út frá “hvat er neyðugt at hava og hvat er gott at hava”. Vit skulu minka um tað góða og raðfesta tað neyðuga í einum samfelag, so pengar eru til at betra um kjarnuvirðini og at leggja til síðis til verri tíðir og/ella ein suðuroyatunnil, sum einaferð fer at koma.
- At virða føðandi kvinnuna, um hon ynskir at fáa linnandi fyri pínu. Í verandi løtu er lítil kjansur at fáa linna, og enn minni kjansur, um tað er á kvøldi og mestsum ongin um tað er á nátt ella vikuskift. Sjálvandi skal lækni vera tøkur til føðandi kvinnuna eisini, allar 24 tímarnar, tá hann jú er á vakt allíkavæl.
- At herða munandi um narko og pedofildómarnar. Tað skal tíðiligt merkjast, og dómarnir skulu fáa fólk at hugsa seg um einaferð eykað. Onkur dómur skal fleirfaldast. Í báðum hesum málum eru nógv offur aftanfyri eina ringa gerð. Tað burdi verið null toleransa fyri narko, eins og tað er í øðrum norðanlandi. Pedofilar skuldu verið kravdir í viðgerð, tá teir fáa dóm, kravdir eftir stórum upphæddum til offrini og langan fongsulsdóm.
- Djórini skulu fáa tað hjálp teimum tørva. Djóraverndarfelagið hevur ynskir og viðmerkingar til verandi lóg og ynskir um kunngerðir. Hetta fari eg at royna at fáa í rætt lag. Afturat hesum, er ætlanin at fáa gongd á aftur arbeiði, við at fáa eitt djóravisti (internat til heimleys djór)
Tit hava brúk fyri mær á tingi.
Vel Jannie, Vel Fólkaflokkin.