Um meg:
Eg eri Fía Selma.
Saman við manninum og døtrum búgvi eg í Sandavági, her eri eg eisini uppvaksin. Eg eri 40 ár og næstelst av 5 systkjum.
Eftir at hava fingið prógv á handilsskúlanum í Havn fór eg í bankalæru. Í bankanum var eg í nærum 20 ár, meðan eg arbeiddi í bankanum tók eg fleiri útbúgvingar, tann síðsta er HD í roknskapi og økonomistýring. Sum 25 ára gomul vísti bankin mær tað álit at geva mær leiðsluábyrgd, eg hevði leiðsluábyrgd í bankanum til eg gavst í bankanum. Í løtuni starvist eg sum fíggjarleiðari í Vága Kommunu.
Frítíðin verður nógv brúkt til ítrótt, seyða- og rossahald, familju og hundarnar. Tað er fallið mær í lut at fáa álitispostar, sum nevndarlimur í Sandavágs Ítróttarfelag og hagastýrislimur í Dalhaga í Sandavági.
Í Vágum eru fleiri dippifelagsskapir, sum eg gleðist um at vera ein partur av, tað sum eg haldi er serliga gott við at dippa, er at tað krevur onki, man kemur sum man er og man fer sum man er, hevur man tíð og hug, kann man fáa sær ein drekkamunn ella eitt hugnaligt prát.
Eg eri í einum góðum bindiklubba, har vit til tíðir klára at møtast javnan, men onkutíð gongur longur í millum.
5 polittisk mál, sum eg fari at raðfesta á tingi: