Demokratia búmerki
Sunnvá Dahl Høgfeldt
Sambandsflokkurin

Um meg:

Eg eiti Sunnvá Dahl Høgfeldt og eri 30 ára gomul. Eg eri gift við Martin og saman hava vit sonin, Kristian, ið er 3 ára gamal. Vit eru búsitandi í Havn og til dagligt starvist eg sum marknaðarsamskipari á Nema.

Um eg skal lýsa meg sjálva, so eri eg eitt B-menniskja við fullari ferð á. Eg eri sera aktiv, og trívist best, tá eg eri í gongd. Eg eri sera ekstrovert og fái orku av at vera saman við øðrum. Mær dámar væl at vera mitt í rokanum, og eg havi tað best, tá eg kann gera, skapa og menna. Umframt mítt dagliga starv hjá Nema, arbeiði eg í Burn og eri sjálvboðin hjá Reyða krossi eitt kvøld um vikuna. Eisini fer nógv tíð hjá mær og manninum við at umvæla okkara hús, og tað elska vit. 

Eg elski at kasta meg út í nýggjar avbjóðingar, og tá eg fari í holt við okkurt, geri eg mítt allarbesta hvørjaferð – eg fari all in. Eisini tá tað kemur til politikk. Tað gevur mær orku at taka lut og tá eg síggi, at mín innsatsur ger mun. Eg eri sera ágrýtin, og eri ikki bangin fyri at siga frá ella at siga tingini sum tey eru. Eg eri feminist og tað eri eg ikki flóv av at siga. Eg ynski at vera ein fyrimynd fyri aðrar kvinnur, at betra um javnstøðuna og taka nógv stig fram á leið fyri kvinnur og familjur í Føroyum. 

5 hjartamál:

- Hækka barsilshámarkið til 60.000 kr., sum er fyrsta stigið ímóti at basa lønargjónni millum kvinnur og menn.

- Tryggja, at heilsuverkið verður ment til at føroyskar kvinnur kunnu fáa eina ‘nakkefoldskanning’, tá tær eru við barn.

- Skattafrádrátt á 25.000 kr. árliga til røktarstarvsfólk (ið er eitt kvinnudominerað starv)

- Hækka barnafrádráttin við 2.000 kr. pr. barn.

- Seta aldursmark á sosialar miðlar.

Sunnvá Dahl Høgfeldt
Starv
Marknaðarsamskipari