Upplýsingar:
Randi Meitil er 59 ár og úr Havn.
Hon hevur lisið ymisk mál og er cand. mag. í sponskum og føroyskum. Hon hevur undirvíst nógv ár í Hoydølum og á Glasi. Í dag er hon sjálvstøðug vinnurekandi innan ferðavinnuna, har hon m.a. ger ymiskar upplivingar, gongutúrar og er ferðaleiðari.
Hetta er fyrsta ferð hon stillar upp í politikki. Hon hevur verið virkin í Sjálvstýrinum eina tíð og hevur verið við til at orðað floksins politikk. Tá valið varð útskrivað kendist tað natúrligt at stilla upp fyri sjálv at bera boðskapin fram.
Hjartamál:
Randi vil framtíðartryggja Føroyar við at skapa góðar karmar fyri tey ungu at búgva og virka her. Somuleiðis fer hon at arbeiða fyri einum sosialt javnari samfelag, har øll trívast.
Eisini hevur tað tað stóran týdning fyri Randi at loysa bústaðarneyðina, sum vit eru komin í við at forða spekulatiónini í fastari ogn og tálma húsaprísunum.
Harafturat brennir hon fyri eini burðardyggari ferðavinnu, sum verjir náttúru, lokalsamfeløg og okkara mentan.