Demokratia búmerki
Sylvia Thomsen
Sjálvstýri

Upplýsingar:

Sylvia Thomsen er 46 ára gomul. Hon eigur fýra børn og er gift við Ragnar Thomsen.

Sylvia er fødd og uppvaksin í Klaksvík og býr í Ánunumnorðanfyri Klaksvík. Hon tók útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2009 og starvast dagliga á seingjardeildiniá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í løtuni lesur hon Heilsuvísind á Setrinum.

Sylvia stillaði fyrstu ferð upp til kommunuval í 2024 og varð valdí býráðið fyri Sjálvstýri. Her røkir hon tveir forkvinnusessir, í ávikavist Eldri&Bústaðir og í Havna- og Vinnunevndini. Umframthetta røkir hon sessin sum næstforkvinna í stýrinum fyri SEV. Aftrat hesum er hon nevndarlimur í Teknisku nevnd og stýrislimurí stýrinum fyri Norðoya Bú- og heimatænastu.

Leygardagin 14.mars 2026 varð Sylvia vald til næstforkvinnu í Sjálvstýri.

Hjartamál: 

• Burðartíttleikin má upp
• Passandi bústaður skal kunna fíggjast við vanligari inntøku
• Sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum skulu fáa atgongd til dýru vikar vaktirnar
• Strika mótrokning av pensjónun
• Betri marknaðaratgongd til vinnuna
 

Vinkona hennara ígjøgnum nógv ár lýsir Sylvi soleiðis:

Sylvia er ein viljasterk og íðin kvinna, sum altíð leggur nógv í tað, hon ger. Hon er ósjálvsøkin og hugsar altíð um onnur, áðrenn segsjálva. Við sínum empati og umsorgan hevur hon lætt við at skiljaog hjálpa teimum rundan um seg. Samstundis er hon væl skipaðog velur síni stig við umhugsni. Hon hevur eina sterkarættvísiskenslu og stendur fyri tí, hon heldur vera rætt. Harafturater hon jalig og møtir lívinum og avbjóðingum við einum góðumog uppbyggjandi hugburði.

Sylvia Thomsen
Starv
Sjúkrarøktarfrøðingur