Demokratia búmerki
Anna Falkenberg
Sambandsflokkurin

30 ár, Tórshavnar kommuna, stjórnmálafrøðingur og fólkatingskvinna. 

Um meg:

Eg eri ein sosial-liberal kvinna, sum vil betra um gerandisdagin hjá føroyingum. Eg eri sera aktiv, og havi brúkt meginpartin av mínum ungdómi at spæla flogbólt. Nú fylgi eg serliga væl við í fótbólti, har HB er mítt lið.

Fyri meg hava felagsskapir altíð havt nógv at siga, og sum sambandskvinna, virðismeti eg ríkisfelagsskapin høgt.

Harumframt stríðist eg fyri javnstøðu, og vil saman við Sambandsflokkinum skapa tryggari kor fyri føroyskar familjur, og betra um møguleikan at fara í barsil.

Eg arbeiði fyri, at Føroyar gerast tað landið við tryggastu korum fyri børn, familju, einstaklingin og vinnuna. Føroyar skulu vera ein felagsskapur fyri øll – og í ríkisfelagsskapinum eru vit tryggast

Hjartamál:

- Ríkisfelagsskapurin
- Barsilsskipanin
- Altjóða samstarv
- Vnnuligir karmar
- Bústaðir  

Anna Falkenberg
Starv
Fólkatingskvinna