Demokratia búmerki
Lív Reinert Nielsen
Sambandsflokkurin

Um meg:

Navn: Lív Reinert Nielsen

Aldur: 43 ár

Útbúgving: Fólkaskúlalærari

Búsitandi í Havn saman við manni mínum og okkara trimum børnum. Uppvaksin í Saltnesi hjá foreldrum mínum og trimum systkjum. Mær dámar væl at vera virkin, og eg trívist væl millum nógv fólk. Frítíðin fer fyri tað mesta til familju, vinir, fimleik og tónleik. Familjan er stór, og hevur altíð verið mær ein hollur stuðul í tí, eg havi fingist við.

Havi starvast í Eysturskúlanum í Havn síðan 2007. Maður mín og eg hava havt egna fyritøku síðan 2008, har høvuðsvirksemið er sandbáturin M/S TINGANES.

Míni grundleggjandi virði eru opinleiki, at vera høvisk og ærlig, hava virðing fyri mær sjálvari og øðrum, og at gera mær ómak í øllum lívsins viðurskiftum.

Eg eri góð við land okkara; fólk, náttúru, mál og mentan. Vit eiga nógv arbeiðssom, gløgg og dugnalig fólk, sum vilja landi okkara væl, og tað eri eg sera takksom fyri.

Størstu hjartamálini hjá mær eru føroyska familjan og føroyski fólkaskúlin, har eg havi havt mína dagligu gongd størsta partin av lívinum.

Hetta er fyrstu ferð, at eg stilli upp í politikki, og kenni meg ógvuliga væl móttikna og heima í Sambandsflokkinum. Eri ómetaliga spent til komandi dagarnar. Serliga gleði eg meg til týsdagin 24. og hósdagin 26. mars!

5 politisk mál:

•​Familjan

•​Fólkaskúlin

•​Trivnaður

•​Vinna

•​Eldraøkið

Lív Reinert Nielsen
Starv
Lærari, Sjálvstøðugt vinnurekandi