Um meg
Eg eri uppvaksin í Hoyvík, hálv úr Sandavági og hálv úr Syðrugøtu. Seinastu 14 árini havi eg búð í Syðrugøtu saman við manninum og okkara trimum børnum.
Dagliga undirvísi eg á Miðnámi á Kambsdali í føroyskum og føroyskum sum annaðmál. Eini 200 dagar um árið eri eg graseinkja, so eg eri von at hava nógvar bóltar í luftini í senn – uttan at missa teir. Eg eri rólig, havi bæði beinini á jørðini. Eri opin, empatisk, dugi væl við nógvum sløgum av menniskjum.
Eri virkin innan fólkakirkjuligt trúarlív, men mær dámar als ikki at seta fólk í bás – og virðismeti, um onnur eisini eru opin mótvegis mær.
Sum valevni leggi eg dent á, at vinnan skal hava góðar og tryggar karmar at virka undir.
Útbúgving og gransking skal raðfestast – herundir millumtjóða samstørv.
Okkara børn skulu hava virðilig kor. Námsfrøðingar skulu hava betri sáttmála.
Ungar familjur skulu hava tað lættari við at seta búgv – og fáa hjálp, har tey hava tørv á hjálp: mammuhjálpin, útgreining, serligur tørvur, stuðulsskipanir.
Útlendingalógin má eisini endurskoðast.
Okkara eldru skulu hava virðilig kor, herundir skal samskifti vera á móðurmálinum. Starvsfólk, sum eru um okkara eldru skulu fáa skattafrádrátt.
Elinborg Osvaldsdóttir, 41 ár, Eysturkommuna, fólkaskúlalærari (2010) og MA í føroyskum máli og bókmentum (2018). Námsfrøðiliga útbúgving (pedagogikum) (2023). Diplomútbúgving í føroyskum sum annaðmál (2024). Undirvísi á Miðnámi á Kambsdali á 10. ári.
Hjartamál
1) VINNAN: Vinnan skal hava góðar og tryggar karmar at virka undir
2) VITAN: Raðfesta útbúgving og gransking – herundir millumtjóða samstørv
3) VIRÐI: Tiltøk mugu setast í verk at lætta um hjá smábarnafamiljum: hægri normering á dagsstovnaøkinum, bíðilistar til útgreining skulu minka nógv skjótari og fleiri tilboð til tey børn, sum hava serligan tørv. Bústaðarmarknaðurin má endurskoðast.
4) Útlendingalógin má endurskoðast.
5) Okkara eldru skulu hava virðilig kor