Ruth Vang, 59 ár, Tórshavn Forkvinna í Framsókn Útbúgvin ljósmóðir og siviløkonomur, starvs- og leiðsluroyndir frá vinnu, kommunala og almenna økinum. Gift, 3 børn og 4 ommubørn
Bústaðartrotið
Vit skulu rudda av vegnum allar smáu forðingarnar, sum í dag seinkað bústaðarbygging. Gáttin inn á bústaðarmarknaðin skal lækka og landspolitikarar skulu saman við kommunum og vinnu finna loysnir saman.
Unga ættarliðið
Vit skulu við skattafyrimunum gera tað enn meiri lokkandi at lesa í Føroyum, og gera tað freistandi hjá ungum føroyingum uttanlands at flyta heimaftur sum skjótast.
Haldføri
Øll vælferð og allur framburður í Føroyum er treytað av, at politikkarar hava rygg at taka ábyrgd og dirvi at taka røttu avgerðirnar, eisini tá tær eru illa lýddar. Her er nógv uppá spæl.