Eg eiti Sirið Stenberg og eri 57 ára gomul. Eg havi verið í politikki nú í nøkur ár og trívist ómetaliga væl í politiska lívinum. Tað er meiningsfult at kunna fremja batar fyri fólkið og fyri okkara kæra land.
Tá ið man er í politikki er tað tydningarmesta, at man hevur nakað uppá hjarta. At man hevur hugsanir um hvussu vit skipa okkum sum samfelag og hvørja støðu okkara land skal hava. Kvinnur hava eins nógvar hugsanir um hesi viðurskifti sum menn, og kvinnur eru helvtin av fólkinum. Tí hevur tað týdning, at kvinnur bjóða seg fram og luttaka aktivt í fólkaræðinum. Soleiðis fáa vit øll sjónarmið við, og soleiðis kunnu kvinnur vera fyrimyndir fyri aðrar.
Tá ið eg bjóðaði meg fram sum forkvinna í flokkinum var tað eisini nakað, sum eg gjørdi fyri allar kvinnur.
5 politiks mál, sum eg fari at raðfesta;
1- At vit gerast eitt sjálvstøðugt land
2- At arbeiða fyri einum samhaldsføstum samfelag har øll hava góð lívskor
3- At styrkja og menna mentan, list, ítróttin og skúlaskap
4- At menna psykiatriska økið og arbeiða við javnvirði í heilsu
5- At menna samferðsluøkið