Eg eiti Jessica og eri 20 ára gomul. Eg eri upprunaliga av Tvøroyri, men havi búð í Havn, síðani eg var 14 ára gomul. Eg bleiv studentur á sumri 2025. Seinastu 2 árini havi eg sarvast sum hjálparfólk á Boðanesheiminum, har eg enn starvist.
Í summar ætli eg at søkja inn at lesa til sjúkrarøktarfrøðing á Fróðskaparsetrinum.
Í frítíðini venji eg fitness, og dámar mær eisini væl at vera saman við familju og vinfólki, har vit ofta spæla borðspøl. Eisini dámar mær væl at vera á møti saman við øðrum trúgvandi ungdómi.
Sum persónur eri eg útvend og erlig.
Eg havi altíð verið áhugað í politikki og eri borgarlig og samstundis tjóðskaparsinnað. Eg eri tí av teirri hugsjón, Fólkaflokkurin stendur fyri.
Tá eg var 14 ára gomul, valdi eg tí at melda meg inn í Huxa. Eg stillaði eisini upp til kommunuvalið 2024 fyri Fólkaflokkin.
Míni hjartamál:
- Betri og bíligari bústaðarmøguleikar
- Lætta um gerandigsdagin hjá fólki
- Eggja ungum at arbeiða meira
- Hækka hámarkið á barsilsútgjaldinum
- Harðari revsing fyri kynslig brótsverk
Upplýsingar um meg:
Navn: Jessica Cazabon Celibashi
Aldur: 20 ár
Kommuna: Tórshavnar kommuna
Útbúgving: Miðnámsprógv
Borgarliga starv: Hjálparfólk á Boðanesheiminum