Um meg:
Eg eri 60 ára gomul og starvist sum toymisleiðari í Fyrisitingartoyminum hjá Sev.
Eg eri útbúgvin bankakvinna og havi nomið mær Fíggjarakademiska útbúgving frá Finanssektorens uddannelsescenter í Skanderborg og Diplom í leiðslu frá Glasir.
Míni hjartamál:
Verja barnið í móðurlívi
Haldføri í landsbúskapin
Liviligari umstøður fyri ung og barnafamiljur
Fleiri útbúgvingarmøguleikar á Setrinum og løn undir útbúgving til øll innan heilsufakliga økið
Skynsom raðfesting við menniskjanum í miðdeplinum
Fyrstu ferð eg stillaði upp var til kommunuvalið í 2016 einsamøll á Uttanflokkalista. Høvuðsorsøkin til, at eg bjóðaði meg fram, var, at eg ynskti broyting í raðfestingum. Í einum fólkaræði er umráðandi, at fleiri og ymiskar røddir sleppa framat í samfelagskjakinum og at taka avgerðir. Bleytu virðini hava týdning, men eru sjáldan tey, sum vinna frama, tá valstríðið er farið afturum.
Menniskjað hevur stórt virði í sjálvum sær. Vit eiga at stuðla og eggja til at fáa burðartíttleikan upp á eitt nøktandi støði. Vit skulu gera meiri fyri, at ung og barnafamiljur velja at seta búgv í Føroyum. Til hetta krevst, at bústaðarmarknaðurin verður gjølliga eftirhugdur og tillagaður soleiðis, at tað ber til hjá ungum, at seta føtur undir egið borð.
Vinnan má hava skipaðar karmar og neyðugu tíðina til umstilling, tá tað er neyðugt.
Skattir og avgjøld skulu ikki vera meiri tyngjandi enn rímiligt er. Fíggjarpolitisk amboð eiga at verða nýtt við skili og grundað í búskapargongdini. Tað skal altíð loysa seg at arbeiða og at taka eyka tøk.
Í Føroyum eiga vit at leggja okkum eftir at gera lógir, ið hóska til okkara viðurskifti og virðisgrundarlag, heldur enn at leypa á leistum aftaná rákinum uttanifrá.