Um meg:
43 ár
Skopuningur, búsitandi í Vági
Eg eri dóttir Mads Andrias, vanliga nevndur Basa og Katrin Hansen í Skopun.
Ættarbondini eru víða um landi. Ein omma kom úr Æðuvík og allar abbasystrarnar giftust til Sørvágs, ein abbi var av teimum á Lava, bara fyri at nevna nøkur.
Eg eri uppvaksin í Skopun, har eg hevði góð barna og ungdómsár. Gott tilknýti til Hvítusunnurørsluna, bygdarlív og allar tær dygdir, Sandoyggin kundi geva ungdóminum. Smæddist ikki burtur til arbeiði, har eg byrjaði sum 13 ára gomul at vaska kassar á Sandoy Seafood hvørt fríggjakvøld, arbeiddi í pylsuvogninum hjá Turið og seldi bløð.
Eg var útbúgvin sølufólk í 2003, og í 2011 valdi eg at fara undir heilsurøktaraútbúgvingina. Ein avbjóðing bæði praktiskt og fríggjarligt, men við hjálp, stuðli og dirvi gekk tað eisini.
2003 bleiv eg gift, men eftir stutt hjúnalag og 2 børn broyttist mín støða, til at verða einlig. Eg forseti at búgva í Suðuroynni, hóast alt mítt netverk var og er á Sandoynni.
Í 2013 flutti eg saman við Bjarna Johansen núverandi borgarstjóra í Vági, og eiga vit bæði 3 børn afturat.
Í míni frítíð, brúki eg tíð uppá familjuna, heimhugna á sofuni og alt tað frítíðarvirksemi børnini eru knýtt at. Vit eru so heppin at eiga eina gentu sum er í Eydnudeildini, sum er ein sera góður og virðismikil felagskapur, og at vit hava fólk sum vilja brúka tíð og orku uppá hettar í okkara nærumhvørvi eru vit sera takksom fyri.
Eg brúki nakað av tíð uppá súkkling, nú eg fyri 2 ferð er við á Team Rynkeby liðnum. Undirhald er eisini ein nátúrligur partur av mær. Eg elski at binda, dugi ikki serliga væl, men eg geri tað kortini og eg blívi betur.
5 hjartamál:
- Eg ynski at koma inn og virka fyri einum góðum og tryggum landið at búgva í.
- At vit menna og virðismeta tey størv sum eru um okkara børn og eldri og teimum sum hava avbjóðingar.
- At takað vekk forðingar, so tey sum hava brúk fyri hjálp fáa tað hjálp teimum tørvar.
- Føroyar skal hava ein Suðriar tunnil, til allar Føroyingar, sum fer at menna landið og møguleikarnar hjá Føroyafólki. Hettar er ikki ein íløga til suðringar, men til Føroyar, og tað skal avgreiðast skilagott.
- Verða eitt samfelag sum verjir tey veikastu – lat heldur ivan koma teimum tilgóðar.