Um meg:
Eg eri úr Havn, 56 ára gomul og mamma at 3 børnum.
Eg havi verið einkja i knapt 5 ár – og áðrenn tað, vóru 5 tung ár, har maðurin var sjúkur.
Hesi seinastu 10 árini havi eg møtt vælferðarsamfelagnum á ein øðrvísi hátt enn árini frammanundan. Eg havi sæð systemið innanífrá - og møtt mongum menniskjum, ið eisini hava havt truplar umstøður. Tá avgjørdi eg, at her skal ein nýggj rødd til – ein rødd sum talar at og peika á veikleikar í samfelagnum.
Samfelagsviðurskifti hava altíð havt mín áhuga og eg havi verið virkin á nógvum hermótum, tó ikki í politikki. Hjartamálini eru at verja familjuna og betra umstøðurnar hjá vanliga føroyinginum – har sum vit møta størstu avbjóðingunum, tá lívið bjóðar okkum av.
Í frítíðini dámar mær væl at gera sjokolátu, lesa bøkur og binda. Havi spælt horn í nógv ár og luttikið í samkomuarbeiði.
Eg starvist sum fíggjarleiðari á Vinnuháskúlanum. Cand.merc.aud. útbúgvingina havi eg lisið sum sjálvlestur, meðan eg havi búð og arbeitt í Føroyum. Havi starvsroyndir bæði frá almenna og privata sektorinum.
Mál, ið eg fari at raðfesta:
- Fyritíðarpensjónistar
- Eftirlønarviðurskifti
- Betri og einfaldari regluverk
- Eldraøkið í framtíðini
- Virðispolitikkur