Eg stilli upp, tí eg ynski einar rættvísar, samhaldsfastar og sjálvstøðugar Føroyar. Føroyar eru eitt ríkt land, men ríkidømið er ójavnt býtt – tað vil eg broyta.
Eg eri útbúgvin journalistur og samfelagsfrøðingur og havi arbeitt innan miðlar, samskifti og ferðavinnu. Í dag eri eg løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og arbeiði eisini sum hjálparfólk á eldraøkinum.
Eg brenni serliga fyri vælferð og javnstøðu, sum eru grundleggjandi fortreytir fyri, at vit trívast í Føroyum og mennast sum tjóð.
Eg vil tryggja, at okkara børn, ungu og eldru fáa ta trygd og umsorgan, tey hava uppiborið, og at øll hava somu møguleikar í Føroyum.
Eg arbeiði fyri, at fleiri fáa møguleika at liva og trívast í Føroyum, við góðum bústaðarmøguleikum, útbúgving og arbeiði.
Sum persónur eri eg opin, arbeiðssom og beinleiðis. Eg trúgvi upp á erligan politikk og havi dirvið at siga mína meining – eisini tá tað krevur nakað. Samstundis haldi eg, at politikkur fyrst og fremst snýr seg um menniskju.
Upplýsingar
• Navn: Liljan Weihe
• Aldur: 47 ár
• Kommuna: Tórshavnar kommuna
• Útbúgving: Journalistur og samfelagsfrøðingur
• Starv: Løgtingskvinna og hjálparfólk
5 politisk mál
• Javnstøða, sum er fortreyt fyri allari menning og vælferð í Føroyum
• Styrkja vælferðina í breiðum høpi – dagstovna-, eldra-, heilsu- og sosiala økið
• Ríkidømið út til allar føroyingar
• Fleiri bústaðir og betri møguleikar hjá ungum at seta búgv
• Einar sjálvstøðugar Føroyar, sum taka altjóða ábyrgd