Demokratia búmerki
Astrið Breckmann
Fólkaflokkurin

Eg eiti Astrið Breckmann, eri 43 ára gomul, fødd og uppvaksin í Havn, og har búgvi eg framvegis. Eri gift við Jógvani Poulsen, og saman eiga vit 4 børn úr 14 niður í 4 ár. Eri útbúgvin fólkaskúlalærari og las á Føroya Læraraskúla, har míni linjufak vóru føroyskt, enskt, týskt og søga. Havi arbeitt sum lærari á Argjum í 17 ár, fyrst í Argja skúla og síðani í Skúlanum á Argjahamri. Eg elski at vera lærari og at arbeiða við børnum og ungum. Tað er eitt ómetaliga krevjandi og gevandi arbeiði. Ein eldri, vísur maður segði mær, tá ið eg varð útlærd: “Fyrr søgdu tey, at lærarastarvið var eitt kall, og tað eigur tað framvegis at vera”. Hesi vísdómsorð tók eg til mín og hugsi um tey nærum hvønn dag í mínum starvi.

Pápi mín var politikkari, so politikkur hevur altíð havt mín stóra áhuga, og eg havi altíð fylgt væl við.

Í frítíðini eri eg saman við familju og vinum. Mær dámar væl at lesa, baka og gera mat. Eg elski hugna. Og so eru maðurin og eg fyristøðufólk í samkomuni Gleðiboð, sum eg elski. Har tali eg, leiði lovsang, havi sunnudagsskúla og annað.

Hjartamál:

-          Skúlaøkið

-          Varðveita kristnu virðini í samfelagnum

-          Familjupolitikkur

-          Tali- og skrivifrælsið

-          Minni skatt og avgjøld, meira persónligt frælsi

Astrið Breckmann
Starv
Fólkaskúlalærari