Eg eiti Hervør Pálsdóttir og eg eri 30 ár. Eg búgvi í Havn saman við Magnari og dóttir okkara Hallu. Eri Bachelor í samfelagsvísindum (Politikkur og umsiting). Eg varð vald í Løgtingið í 2019 – tá bleiv eg somuleiðis eisini yngsta kvinnan, sum er vald í Løgtingið.
Eg brenni fyri at gera mun. Eg vil, at okkara sosialu skipanir og vælferðarsamfelag verða styrkt og framtíðartryggjað. Eg vil at ungdómurin og barnafamiljur trívast og blóma her í okkara deiliga landi. At fólk fær búsett seg her og kunnu verið virkin í okkara samfelag. At vit arbeiða fyri javnstøðu og javnrættindum, og at vit verja okkara náttúru og tryggja burðardygga gagnnýtslu av okkara náttúrutilfeingi. At Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land.
Eg trúgvi veruliga uppát, at tryggja vit okkara fólki eitt gott, trygt og javnt samfelag, so styrkja vit eisini okkara arbeiði fyri, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land. Við at byggja upp samfelagið, byggja vit land. Tey bæði fylgjast. Sum sjálvstøðugt land fáa vit eisini fleiri amboð at betra okkara vælferðarsamfelag enn meira.
5 mál, eg fari at arbeiða fyri
- At tjóðarsemjan um eitt sjálvstøðugt land kemur á mál
- At betra um umstøðurnar hjá barnakonum og familjum áðrenn og eftir føðing
- At verja náttúru og umhvørvi
- At byggja lestrar- og lærlingabústaðir
- At sálarheilsuøkið verður styrkt