Demokratia búmerki
Annika Olsen
Tjóðveldi

Eg eiti Annika Olsen, eri 51 ár og búgvi í Havn. Eg eri gift við Jacob Horn og vit eiga 2 deiligar -dreingir, Markus og Bjarna. Eg havi drúgvar royndir í politikki, og havi havt fleiri álitissessir í landsstýrinum sum landsstýriskvinna í innlendismálum, almannamálum, varaløgmaður og sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Harumframt eri eg eisini miðnámsskúlalærari á Glasir. Mær dámar sera væl at vera ímillum okkara ungu, sum hava so nógv at geva. Eg eri ein sera virkin kvinna, sum dámar væl at renna, ganga langar túrur og at svimja, eisini um tað er á  sjónum. Mær dámar væl at gera mat og rokast í garðinum, sum gevur fantastiska sálarbót.

5 politisk mál

1. 
Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land – hetta vil loysa okkum úr uttanríkispolitisku spennitroyggjuni, og  fer at geva okkum betri marknaðaratgongd og kappingarføri fyri okkara vinnulív

2. Ein sterkur búskapur, og at vit tryggja fíggarliga hallføri

3. At vit dagføra okkara vinnupolitikk, har íverksetaraumhvørvið og tær smærri fyritøkurnar verða raðfestar

4. At vit raðfesta heilsu og umsorganarøkið, og gera upp við gamlar strukturar á økinum

5. AT vit gera eina strategi fyri at fasthalda okkara ungu í Føroyum og hvussu fáa føroyingar í útlegd heimaftur

Annika Olsen
Starv
Løgtingskvinna