Demokratia búmerki
Eyðdis Hartmann Niclasen
Sambandsflokkurin

Um meg

Eg eri 53 ár og búgvi í Vága kommunu

Eg eri útbúgvin innan ferðavinnu og havi AÚ í leiðslu.
Borgarliga starv: Stjórnaskrivari (løgtingskvinna)

Eg eri ein liberal og vinnuhugað kvinna í politikki, sum arbeiðir fyri at menna Føroyar í einum sterkum og nútíðmansgjørdum ríkisfelagsskapi. Eg arbeiði fyri einari sterkari vinnu, fleiri arbeiðsplássum og einum tryggum vælferðarsamfelagi í Føroyum.
Fyri meg er tað er tað umráðandi, at vit sum politikkarar arbeiða støðugt fyri at skapa meira virði og fleiri inntøkur til landið, tí tað er grundarlagið undir okkara vælferð. Bara við einum sterkum búskapi kunnu vit tryggja møguleikar fyri ung, góðar karmar fyri barnafamiljur og virðilig ellisár fyri okkara eldru borgarar – sum eg síggi sum tann harða kjarnan, sum hevur leitt okkum hertil.

Eg arbeiði fyri einum samfelagi, har vinnan fær góðar karmar at vaksa, har fólk hava møguleika at búseta seg og skapa sær eina framtíð, og har vælferðarskipanirnar eru sterkar og haldgóðar.
Eg arbeiði fyri at trivnaðurin í Føroyum skal verða tann besta – og viðv. hesum hava vit nógv at arbeiða víðari fyri.

Míni 5 hjartamál

1. Sterk vinna og nýggj og áhugaverd arbeiðspláss

2. Sterkt infrakervi

3. Bústaðir til ung eldri og barnafamiljur

4. Ferðavinnan

5. Sterkt heilsuverk, dagstovna- og umsorganarøki og bestu og virðilig ellisár

 

Eyðdis Hartmann Niclasen
Starv
Løgtingskvinna